Samgongualternativ: EDB

Ein samgonga millum Tjóðveldi, Sambandsflokk og Sjálvstýrisflokkin. Hetta var boðið hjá Kára á Rógvi, eitt av oddavalevnunum hjá Sjálvstýrisflokkinum á valfundi í Trongisvági Hóast verandi samgonguflokkar seinastu dagarnar allir hava úttalað seg um samgongu eftir valið og hava víst á eitt framhald av verandi samgongu sum eitt gott boð, so eru eisini onnur boð um samgongu eftir 19. januar.

Eitt slíkt boð varð kunngjørt á stóra veljarafundinum, sum Kringvarpið skipaði fyri í Suðuroynni í kvøld. Kári á Rógvi, eitt av oddavalevnunum hjá Sjálvstýrisflokkinum segði á fundinum, at eitt gott boð uppá samgongu eftir løgtingvalið er samgonga millum teir báðar stóru flokkarnar, Tjóðveldi og Sambandsflokkin og so eisini Sjálvstýrisflokkin.

-Skulu vit tosa um eina samgongu eftir valið, sum vil reka ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, so má svarið blíva ein EDB samgonga.

Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal hevur víst á samgongu millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin og so eisini Sjálvstýrisflokkin. Eisini oddamenn í Sambandsflokkinum hava víst á henda møguleikan sum eitt boð.

Fáa teir báðir flokkarnir ikki neyðugu 17 tingfólkini, so kann Sjálvstýrisflokkurin vera tann, sum kann gera eina slíka samgongu møguliga. Og eftir úttalilsunum hjá Kára á Rógvi í Vági í kvøld, so er hetta nú ein møguleiki eftir valið. Allar veljarakanningar siga, at ein EDB samgonga fer at fáa í hvussu er 17 tingfólk.

Sjálvstýrisflokkurin hevur tíðindafund mikumorgunin, og tá fara vit helst at frætta meira um hetta málið eisini.