Samgonguskjalið undirskrivað í nátt

Mitt í nátt varð nýtt samgonguskjal undirskrivað ímillum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin.

BADH samgongan skal so hittast seinnapartin í dag at býta málsøki og nevndarsessir, fortelur Kringvarpið í morgun.

Flokkarnir høvdu fund við floksleiðslurnar og onnur álitisfólk í alt gjárkvøldið og tað endaði við, at allir flokkar góðtóku samgonguskjalið.

At býta málsøkini kann verða eitt tungt hoyggj at draga, tí tað hevur ligið í luftini at aðalráðini skulu fækka úr níggju, sum tey eru nú, niður í seks ella sjey.

Og Løgmaður hevur fleiri ferðir víst á, at tað er trongligt í Tinganesi, so tá ið fýra flokkar skulu skipa samgongu, er ikki vist, at rúm er fyri at geva teimum báðum smáu flokkunum, D og H landsstýrissess.

Men tað ætla teir báðir smáu flokkarnar sær ikki at uppgeva uttan svørðslag, tí báðir flokkarnir hava kravt landsstýrissess.