Samsung ger snildfon, ið kann faldast saman

Fyrst í næsta ár ætlar Samsung at koma við nýggjari snildfon, har skermurin kann boyggjast

Samsung fer eftir øllum at døma skjótt at koma fram við nýggjari slóðbrótandi snildfon, sum kann faldast saman. Hon verður, sambært The Wall Street Journal, útgivin tíðliga í 2019. Snildfonin fer at kunna falda skermin saman í helvt júst sum ein mappa og kemur væntandi at eita “Galaxy X”.

 

Støddin og sniðið verður sum á einum lítlum teldli, tá hon er útfoldað. Tá hon er samanfaldað, verður ein skermur á einari síðu, og á hinari verður myndatólið. Hvussu hon endaliga kemur at síggja út, veit mann ikki enn.

 

Prísurin verður eftir sigandi rættiliga høgur og væntað verður ikki, at hon fer at selja nógv beinanvegin. Men Samsung vónar, at hetta verður eitt gjøgnumbrot innan fyri snildfonir. Snildfonin verður m.a. væl egnað til at spæla spøl á, eins og spælimaskinan, Nintendo DS.

 

Samsung eru ikki tey einastu, ið arbeiða uppá at gera heimsins fyrsta boyggiliga skerm. Kinesiska merkið, Huawei, hevur havt ætlanir um hetta í eina tíð og hava fyrr meldað út, at tey fara at hava eina slíka telefon úti á marknaðinum til november í ár. Sum nú er, hava aðrar fyritøkur framleitt snildfonir, sum kunnu boyggjast, men tá hevur tað ikki verið sjálvur skermurin, sum kann faldast saman.