Tað heldur Samtak.
Undir aðru viðgerð í gjár atkvøddi ein stórur meiriluti av løgtinginum fyri at avtaka minstulønarskipanina, og at seta í verk trygdargrunn fyri sjófólk.
Tað hevur við sær, at minstulønin, sum landið higartil hevur fíggjað, er burtur. Sjófólk og reiðarar skulu heldur rinda minstulønina, tá ein túrur hilnast illa.
Verða uppskotini um minstulønina og trygdargrunnin samtykt í verandi líki til triðju og seinastu viðgerð, merkir tað, at sjófólk lækka nakrar túsund krónur í løn um árið. Tað velst um, hvussu stór lønarhækkingin er um býtisprosentið í sáttmálanum millum fiskimannafelagið og reiðarafelagið, og um hvussu stór inntøkan er.