- Tað eru alt ov nógvar kirkjur í danska høvuðsstaðnum, í mun til tey sum ganga í kirkju! Tað heldur í øllum stiftsráðið í biskupsdøminum í Keypmannahavn, sum ætlar at lata beint niðanfyri 20 kirkjur aftur.
Henda avgerð varð tikin hósdagin, tá stiftsstjórnin hittist til fund at tosa um hetta og onnur mál. Avgerðin varð einmælt.
Millum tær kirkjurnar, sum eftir øllum at døma verða stongdar med alla er Sámuelskirkjan.
Í hesi kirkjuni hava mangir føroyingar gingið til gudstænastur, og her telist eisini føroyski, Bergur Jacobsen millum prestarnar.
Spurningurin, hvat gerast skal við hesar kirkjur, hevur eisini verið frammi. Semja er um, at tær skulu ikki enda sum matvøruhandlar ella barrir. Óhugsandi er tí ikki, at onkrar, um ikki allar kirkjurnar sum skulu latast aftur, verða rivnar niður.