Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF spældu útidyst í triðbestu norsku fótbóltsdeildini móti Flekkerøy.
Ole Sundgot og Ådne Bruseth syrgdu við málum í fyrra hálvleiki fyri, at Sandnes vann dystin 2-0.
Úrslitið merkir, at Sandnes heldur fast í oddasessinum. Sandnes hevur 44 stig á fyrsta plássinum. Teir eru í harðari kapprenning við Sotra, ið hevur 42 stig á øðrum plássinum. Jerv hevur 37 stig á triðja plássinum. Liðini hava fimm dystir eftir at leika.
Komandi mikudag klokkan 17 hevur Sandnes eina spennandi dyst á heimavølli í norsku steypakappingini. Tá kemur oddaliðið í næstbestu deildini, Lillestrøm á vitjan.
Í bestu deildini fekk Jóannes Bjartalíð nakrar soltnar minuttir á vøllinum í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Liðið hjá Jóannesi, Fredrikstad leikti á heimavølli javnleik 1-1 móti Bryne. Bryne javnaði til 1-1 stutt áðrenn Jóannes kom á vøllin. Fredrikstad var á odda 1-0 í steðginum.
Fredrikstad er nummar seks deildini við 31 stigum fyri 21 dystir. Teir hava átta stig upp til Tromsø, ið hevur 39 stig á fjórða plássinum. So í løtuni sær tað rættiliga torført út hjá Fredrikstad at røkka einari endastøðu, ið gevur evropeiskan fótbólt komandi summar.
Komandi týsdag klokkan 17 spælir Fredrikstad dyst á útivølli í norsku steypakappingini. Dysturin verður móti Vålerenga, ið eisini spælir í bestu deildini.