Saunavognur kann koma við bátahylin í Sørvági

Ein saunavognur kann vera á veg til økið við bátahylin í Sørvági.

Fyritøkan Kvirra hevur søkt Sørvágs kommunu um loyvi at seta saunavogn á økið, og bygdaráðið hevur samtykt at fylgja tilmælunum frá havnar- og teknisku nevnd.

 

Umsitingin skal nú gera uppskot til ein leigusáttmála fyri fýra ár, sum síðani skal til endaliga støðutakan í fíggjarnevndini.

 

Áðrenn loyvi kann latast, skulu millum annað endaligar tekningar vera tøkar, og eindirnar skulu festast tryggiliga í fundament.