Eysturoyartunnilin stongdur tvær ferðir í dag

Ferðandi gjøgnum Eysturoyartunnilin skulu rokna við steðgi í ferðsluni í dag.

Í sambandi við FM í landavegssúkkling verður tunnilin stongdur fyri vanligari ferðslu tvær ferðir í dag.

 

Fyrru ferð verður tunnilin væntandi stongdur frá umleið klokkan 11 til 11.30 og seinnu ferð umleið klokkan 12.15 til 13. Tíðirnar kunnu broytast alt eftir gongdini í kappingini.

 

FM-kappingin byrjar á Skála klokkan 10 og gongur millum annað eftir Skálafjørðinum, gjøgnum Runavík og Rituvík, til Toftir og gjøgnum Eysturoyartunnilin til Strendur.

 

Løgreglan stýrir, nær tunnilin verður stongdur og latin upp aftur. 

 

Landsverk skrivar, at ferðandi verða biðin um at vísa varsemi og rokna við seinkingum, meðan kappingin fer fram. Tilbúgvingarakfør sleppa altíð ígjøgnum.

 

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon (SST) skipar fyri kappingini.