Sebastian framførir í morgin

Hóskvøldið framføra danski trubadururin Sebastian, Hanus G. Johansen, Aldubáran, Benjamin Peteresen og United voices í Norðurlandahúsinum Sebastian hevur í mong á glett danskarar í øllum aldri. Hann hevur síðan 1971 skrivað tónleik til m.a. filmar, sjónvarpsrøðir og sangleikir. Harumframt er Sebastian eisini ein framúr góður frásøgu maður.

Føroyingar hava eisini tikið væl ímóti Sebastian, hann var í Føroyum í mars 2006 og framførdi og tá sangleikinum Ronja Ránsmannadóttir, ið hann gjørdi tónleikin til, varð sýndur í Norðurlandahúsinum í novembur 2005.

 

Forsmakkur í Norðurlandahúsinum

Fyri stóra arbeiðið sítt í mentanarlívinum innan tónleik og sang- og sjónleik fekk Sebastian herfyri riddarkrossin av Dannebrog.

Sebastian framførir á fáum festivalum í summar millum teir fáu eru Skanderborg Festivalurin og Dragør Festivalurin. Harafturímóti er hann í ferð við at leggja eina nýggja solokonsertferð í Danmark til rættis. Konsertirnar verða í oktober og november. Føroyingar fáa tí høvi at fáa ein ?forsmakk? upp á, hvat Sebastian fer at borðreiða við á konsertini í Norðurlandahúsinum.

 

Góð skoðsmál

Í sambandi við várkonsertferðina hevur Sebastian ikki fingið annað enn rós frá ummælarum í Danmark. Ferðin var sera væl eydnað og vísti ein sera væl upplagdan trubadur. Fólk hava reist seg upp, og lógvabrestir hava endurspeglað áhugan hjá áhoyrarunum runt um í landinum. Tey lokalu bløðini, sum hava u