Seinasti Volvo S60 er farin av samlibandinum á verksmiðjuni hjá Volvo Cars í Gent í Belgia. Hetta hendir samstundis sum fyrireikingar vera gjørdar til framleiðsluna av einum heilt nýggjum bili við sama navni í 2010.
Tann allarseinasti sum fór av verksmiðjuni var ein svartur S60 við benzinmotori, sum er á veg til sín nýggja eigara á Taiwan. Tað er helst nakað serligt við at eiga tann seinasta bilin, sum er gjørdur á eini verksmiðju.
Tilsamans eru gjørdir umleið 600.000 Volvo S60 á verksmiðjuni í Gent í tíðarkseiðnum 2000-2009.
Volvo S60, sum hevur verið gjørdur óvanliga leingi í mun til nógv onnur bilmodell, hevur hesi árini fingið fleiri heiðurlønir fyri trygd og komfort kring um í heiminum.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum