Fólk uppliva sjónlig ting og lata seg upp fyri Andanum á møtunum, sum hildin verða í andanum av vekingini, sum byrjaði í Toronto í Canada fyri umleið trimum árum síðani.
Colin Dye, sum er prestur við Kensington Temple hjá Hvítusunnusamkomuni í London, sigur um tað, sum fer fram á hesum møtum, at tað er: » úthelling av Andanum, sum má viðfarast við umhugsni og ikki talast fyri ella ímóti.«
Men tað er einki, sum eins og nakað nýtt andaligt, sum kann fáa fólk at tosa júst fyri ella ímóti.
Er hent fyrr
Hóast Toronto rørslan er rættiliga nýggj, eru tað ikki nýggj og ókend ting, sum henda á møtunum, sigur ein av fyrireikarunum av stevnuni í Føroyum. Tað hendir júst tað sama, sum hendi hjá teimum stóru vekilsisprædikantunum í Scotlandi í seinastu øld.
Men tað tykist líkasum, at tað, sum hent er longri aftur í tíðini, hava fólk lættara at góðtaka, sigur kelda okkara.
Men vit vita frá Skriftini, at aðrir enn Jesus høvdu mátt at grøða fólk og gera onnur undurverk. so tað átti ikki at verið so løgið, um fólk enn í dag hava hesar gávur.
Fólk koma á møti og verða fylt við nýggjum mátti at fara út aftur í lívið við. Fólk, sum annars vóru heilt útbrend. Tey lata seg upp og síggja nýtt ljós.
Og tað henda undirverk á hesum møtunum, Fólk, sum hava verið sjúk leingi, gerast frísk aftur. Summi uppliva at verða so fylt av heilagum Anda, at tey fáa krampar og svíma.
Colin Dye, prestur í Kensington Temple, samanber hesa vekingina við aðrar stórhendingar, sum farnar eru fram í hesi øldini. Sum til dømis, tá Hvítusunnurørslan varð til í Los Angeles í 1906 og tær karismatisku rørslurnar, sum komu fram í sekstiárunum.
Fyrireikararnir siga, at tað, sum hendir nú, er profeterað í Halgubók. Og tað bendir á, at ríki guðs er komið nær, og tær seinastu tíðirnar nærkast, sigur ein av fyrireikarunum av stevnuni.
Allastaðni frá
Tað byrjaði í Toronto og hevur nú breitt seg víða. Og tað eru fólk úr øllum heiminum, sum koma til fundirnar.
Tað, sum hendir og rørir seg úti í stóra heimi, kemur eisini til Føroya.
Føroyingar vóru í Íslandi til eina slíka stevnu fyrr í ár. Og tey vóru so upplyft av tí, tey hoyrdu og sóu, at tey hava hildið sambandið viðlíka.
Og vikuskiftið 26 - 28 september koma tveir prædikumenn úr Ohio og Toronto at leiða fundirnar, sum verða í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Stevnan verður skipa sum seminar, har fólk kunnu tekna seg til at luttaka. eisini verða fundir á Sjómansheiminum og í filadelfia í Havn fyri prestum, samkomuleiðarum og -tænarum. Higartil hava gott hundrað fólk teknað seg til seminarini, sum verða í samband við vitjanina av teimum báðum prædikumonnunum úr Amerika.
Men sjálvsagt verða eisini møti í Ítróttarhøllini, har øll kunnu koma uttan at siga frá frammanundan.