Ósekir terroristar, loyniligir agentar og skeivir soldátar

Heini í Skorini bloggar úr Ísrael

- If I tell you I have to kill you, sigur hon og flennir so hjartaliga, tá eg spyrji, hvat hon ger. Rúnabundin av hennara vakurleika royni eg at flenna við undir skýmliga hálvtakinum í bakgarðinum hjá bretsku ambassaduni, sum hetta fríggjakvøldið hevur boðið altjóða samfelagnum í Jerusalem í ball. Ambassadørar, diplomatar og aktivistar í sonnum veitslurómi. Men svarið uppá, hvat tann palestinska-amerikanska Shuli tekst við, kemur ongantíð. Hon skiftir evni, meðan mannfólkaeygu úr øllum ættum eta hana livandi. Nakrar tímar og nógv gløs av euforiserandi evnum seinni fortelur amerikanski diplomaturin Edward, at Shuli arbeiðir fyri eitt sonevnt “security company”. Ein fyritøka, sum hevur somu funktión sum ein statslig fregnartænasta, men sum er privat og verður leigað til serligar uppgávur. - Fyri rættiliga nógvar pengar, undirstrikar Edward, meðan hann sutlar av síni palestinsku øl. Síðani kríggið móti yvirgangi gjørdist nýggja paradigman í altjóða politikki, hava hesar fyritøkur spunnið gull á vígvøllum kring allan heimin við toppvandum agentum og soldátum, sum vinna nógv meiri pening samanborið við statsligu fregnartænasturnar. ST hevur fordømt hendan nýggja ídnaðin av privatum militsum, sum í prinsippinum kunnu arbeiða fyri hægst bjóðandi, líkamikið um arbeiðsgevarin eitur Bush, Fogh, Mugabe ella Ahmadinejdad. At hitta fólk, sum hava ella hava havt eitt “loyniligt” arbeiði, er vanligt í Ísrael. Landið íður við agentum, og av og á hittir man fólk, sum blankt viðganga, at tey arbeiða fyri eina fregnartænastu. Sum t.d. beiggi eina vinkonu mína. Øll vita, at hann er agentur, men eingin veit tað minsta um, hvat hann tekst við. Og man spyr ikki, hóast eg havi túsund spurningar um hendan dulda undirheimin, har politikkur verður førdur við ráum harðskapi. Har loynilurtingar, gíslatøkur, torturur og dráp er ein partur av politiska spælinum. Har øll amboð verða nýtt fyri at eliminera fíggindan. The wild wild West. Tí svarar Shuli, væna sprundið og náttarinnar drotning, ikki, hvar hon arbeiðir. *** Út ímóti midnátt, tá allir bretarnir hava drukkið seg hamrandi, flytur veitslan oman á eina stóra uttandura barr í Eysturjerusalem. Og pínadoyð um eg ikki møti einum kenningi frá Vestara Áarbakka, Abu Hassan at navni. Ein lágur, myrkur og tættvaksin maður í fjørutunum, sum eg fann í Lonely Planet, og sum eg havi nýtt sum guide á Vestara Áarbakka. Hann hevur tilsamans sitið sjey ár í ísraelskum fongsli, hóast hann bedýrar, at hann ongantíð hevur gjørt haltari hønu mein. - Come on Abu, tell me what you really did, spyrji eg, og hann fer enn einaferð í holt við sína eftirhondini væl kendu verjurøðu um, at hann skipaði fyri einum kjaktiltaki um ísraelsku hersetingina á muslimska universitetinum Al Quds, og at hann síðani varð settur fastur fyri “yvirgangsfremjandi virksemi”. Eitt fongsulsuppihald uttan rættargongd, sum hevur skapt eitt inniligt hatur til Ísrael, hóast hann altíð leggur dent á munin millum antisemitismu og antizionismu. Tað fyrra er rasisma. Tað seinna er mótstøðan ímóti einum ávísum politikki. Og Abu Hassan er “bert” antizionistur. Men Abu Hassan, sum í kvøld er skít og freakar á dansigólvinum afturvið Europe, Kiss og Bon Jovi, er einki serdømi. Sambært ST-tølum hevur ein triðingur av øllum palestinskum monnum fyrr ella seinni verið í ísraelskum varðhaldi, og síðani hersetingina av palestinsku økjunum í 1967 hava yvir 650.000 palestinar verið í ísraelskum fangaskapi. Og vit tosa um eitt fólk, sum einans telur fýra milliónir. Í løtuni eru umleið 11.000 palestinar handan lás og slá, íroknað góðar 100 kvinnur og knøpp 400 børn. Knappliga fyllist barrin við grønum uniformum. Ísraelskir soldátar, sum hava fingið vikuskifti, sláa seg leysar, roykja feitar og bjóða til høgru og vinstru. Og frá borði mínum fái eg eyga á Abu Hassan, sum nú roykir hash saman við ísraelskum hermonnum. Ein absurd sjón, tá man kennir vreiða palestinan, hvørs lív er halgað stríðnum ímóti ísraelskum yvirvaldi í Palestina. Men aftaná látur kemur grátur. Onkur fær eina fløsku í høvdið, ein hylur av blóði prýðir knappliga dansigólvið, og so er fanin leysur. Fullir arabarar og skeivir jødiskir soldátar við skínandi maskinbyrsum er ikki júst mín koppur av te, og eg sleppi mær út um. Har eg møti Shuli. - Far inn og likvidera onkran. Tað ert tú so von við, sigi eg. Hon hyggur at mær við stórum eygum, sum nú ikki eru so smílandi. - Nei tú. Í kvøld havi eg frí, sigur hon og bjóðar ein Tequila, sum eg hati, men sum eg av fólkaligheit sigi ja takk til. heini_skorini@yahoo.com Sitat: “Men aftaná látur kemur grátur. Onkur fær eina fløsku í høvdið, ein hylur av blóði prýðir knappliga dansigólvið, og so er fanin leysur. Fullir arabarar og skeivir jødiskir soldátar við skínandi maskinbyrsum er ikki júst mín koppur av te, og eg sleppi mær út um”