Nú hava seks fólk møguleikan at fáa lærupláss sum farmakonomnæmingar á Tjaldurs Apoteki og Eysturoyar Apotek, ávikavist fýra næmingar í Havn og tveir næmingar í Runavík.
Hetta er sambært apoteksverkinum ein fjøltáttað útbúgving, sum gevur serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági - um lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.
- Sum farmakonomnæmingur kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum, og tú kemur at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, sjúkrahús, røktarheim og bústovnar.
Á apoteksverkinum vísa tey á, at útbúgvingin tekur trý ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum - Pharmakon - í Hillerød. Tú skalt hava miðnámsrógv ella prógv sum heilsurøktari.
Umsóknarfreistin til hesi seks læruplássini er hin 14. mars í 2021, og lærutíðin byrjar hin 1. september, men á apoteksverkinum ynskja tey, at tey, sum fáa lærupláss, byrja sum hjálparfólk fyri summarfrítíðina.