Selja Stórutjørn

Fyri Tórshavnar kommunu hevði hetta merkt, at hon kundi ogna sær ríkiliga jørð til byggilendi í nógv ár, umframt at jørð var til stovnar hjá landinum; eisini friðingar av serligum økjum og skógplanting kundi farið fram í somu viðferð, sigur Kári á Rógvi millum annað í kronikki um Stórutjørn

- Kári á Rógvi, formaður í Føroya Óðalsfelag

Í mong ár hevur landið framt eina sníkjandi privati­sering. Uttan mun til høgra- ella vinstrasinni í landsstýri, hevur landið latið burtur av skattgjaldarans fæi. Jarðarráðið, nú bún­aðarstovan, hevur selt jørð ódýrt. Hetta hevur havt við sær fleiri avleiðingar. Bæði útjavning frá bygd til bý, havnarborgarar hava fingið ódýra jørð á tann hátt sum ætlanin nú er við Stjórutjørn. Men eisini við skipan um festikonti, hevur landið latið teimum bóndum, ið vóru so hepnir, at útstykking, vegur ella grótbrot kom at liggja í teirra haga, lagaliga fígging, meðan hinir, ikki minst teir á útoyggj, ikki hava fingið somu kor. Avleiðingin er, at bæði mesta útbygging og vinnuligur landbúnaður savnast í miðøkinum, og eginogn landsins minkar.
Hóast mótstøðu ímóti ein­skiljing og naggatódn í allari sølutilgongd av almennum ognum, so selur landið við sama lag burturav landsjørðini; tey hepnu fáa bíliga jørð, tey aftastu í raðnum kunnu ilskast ella bíða eftir tørni.
Tann eyðsýnda loysnin, ikki minst nú alt skal flytast kommununum, ið nærri eru borgaranum, mátti verið at ovasta politiska leiðsla landsins valdi at seta prís á og seldi teimum ymsu kommununum ta jørðina, sum ætlast má at fara til útstykkingar og aðra út­byggingar. Eisini ber til at lata almennum stovnum og ymsum almentgagnligum endmálum jørð ódýra, um landið við brúka jørð til umfordeilingar. Í øllum førum eiga somu treytir at galda fyri alla kommunala víðarisølu.
Lov om salg af AAlekær
Men, sí, onki er nýtt undir sólini. Longu í 1931, var býurin Tórshavn somikið vaksin, at politisk støða varð tikin til, hvat gerast skuldi. Tá varð lóg samtykt á ríkisdegi Danmarkar. (Sí www.logir.fo, brúka einføldu leitingina, skriva “Aalekær”). Henda lóg ásetir stutt og greitt, at “Thorshavn Kommune” slapp at keypa Álakerisfestið – uttangarðs Flatnahaga, tann størra hagan í marktalsbygdini Tórs­­havn. Hetta er tí í dag einasti ognarhagi í Suður­streymi. Garðurin var áð­ur embætisgarður hjá amt­manninum.

Nakrar treytir vórðu kortini settar við søluni:
uppisitarin skuldi hava endurgjald;
jørðin, ið hospitalið brúkti, varð undantikin;
verandi traðarmenn skuldu kunna keypa traðirnar, tá ¼ var veltur;
serligar reglur vóru um avloysing av vetarbiti;
landið skuldi hava rætt at keypa Debessartrøð;
kommunan skuldi gjalda statinum kr. 55.000 umframt rentur yvir langt áramál;
tá kommunan sjálv seldi traðir og byggilendi, skuldi helvtin av prísinum gjaldast sum serligur avdráttur uppá skuldina til statin;
...og servituttur skuldi tinglesast um forboð móti “Trankogerier, Fisketørrepladse eller anden for Hospitalet skadelig Virksomhed.”

Lógin er í 6 paragraffum og fyllir knappa A4-síðu.
Seljið kommuni hagarnar kring Havnina
Við hesi stuttu lóg hava vit góða fyrimynd og hóskiligt fordømi, tá ræður um, hvat vit skulu gera við jørðina kring Tórshavn og onnur stórpláss:
kommunan kann keypa í stórum – heil festi og hagar;
festarar fáa ríkiligt endurgjald;
jørð verður løgd av til landsstovnar og serlig endamál;
traðir verða lagdar inn;
vetrarbit verðu avloyst;
treytir og skyldur verða ásettar kommununi fyri víðarisølu;
aðrar treytir verða álagdar.

Hvussu so við tí vinnuliga jarðarbrúkinum? Jú, fyrst er greitt, at tað eru mest bøurin og fjósini, ið geva pengar av sær. Teir ídnu mjólkarbøndurnir hava flest­­ir longu seyðamenn og fjallmen, sum í roynd og veru reka seyðabrúkini. Siga vit, at ein miðal bónd­in vinnur 30-50.000 kr. uppá seyðin, ja so er roknistykkið einfalt; bónd­in fær hesa upphædd í ár­­ligum endurgjaldi, til hann hevði farið frá fyri aldur – ella eina størri upphædd í hondina alt fyri eitt. Kommunan skal ikki selja nógv grundstykki fyri kunna rinda hesa upp­hædd, og bóndin kann fram­haldandi reka fjósið við neytum (sum teir kunnu keypa lagaliga frá land­inum). Í summum førum er býurin komin so nær fjósinum, at tað heldur ikki ber til, men so verður endurgjaldið somikið størri. Sethúsini skuldu teir fingið bíliga, stóra trøð og allar góðar sømdir, so teir fóru væl.
Fyri Tórshavnar komm­unu hevði hetta merkt, at hon kundi ogna sær ríkiliga jørð til byggilendi í nógv ár, umframt at jørð var til stovnar hjá landinum; eisini friðingar av serligum økjum og skógplanting kundi farið fram í somu viðferð. Aðrar vaksandi kommunur kundu fingið somu sømdir.
Nú spyr onkur, hvat skal vera av brøttum, óhøgligum lendi ella økjum, har vegur ikki er. Fleiri møguleikar eru. Nógv høvdu ikki takk­að nei til eina bratta trøð, tí fyri mong okkara er tað at ganga burtur úr bygdum øki at hyggja til seyðin týðandi partur av stuttleikanum. Men til ber eisini at lata fólk fáa frælsi í høgunum ella at onkur hagi kundi heldur verið seldur aftur sum ognarhagi, so havnarmenn loksins høvdu møguleikan at keypa jørð nærhendis hjá sær sjálvum.
Hvat víðvíkur fram­hald­andi ódýri sølu ella gávu, so er hugvekjandi, at mong fróðskaparsetur í USA eru stovnaði við landsjørð, ókeypis grundstykki áttu eisini at fingið roknistykkið at gingið upp viðvíkjandi bygging av eldraíbúðum, granskingardeplum og dagstovnum, eins og á sinni varð gjørt við “Hospitalet.”
Raðfesting
Í øllum førum ræður um at raðfesta. Gera tey fólka­valdu onki, fellur avgerðin á embætisfólk og okkum, sum sita í nevndum. Kjakið um stórutjørn eigur at fáa fólk at rakna við. Landið eigur fyri milliardir í jørð, sum spakuliga verður gjar­að út. Ríkiligt er til av lendi til útbyggingar og grundstykkja, men hvør skal fáa hvat, og hvat skal latast afturfyri? Fyri 75 árum síðani tók landsins stýri í øllum førum støðu.