Sveinur Tróndarson
Dráttur-Fleyr 2-1
(15-21, 20-22
21-9, 12-21, 7-3, 15-9)
Semifinalan í steypakappingini í flogbólti fyri kvinnur varð spæld í Eysturskúlanum týskvøldið. Dysturin var millum Drátt úr Vágum og Fleyr úr Havn og hann endaði við, at Dráttur dróg longra stráið og spældi seg í finaluna, sum verður leikt móti Mjølnir 18. marts.
Spennandi dystur
Tað var annars Fleyr, sum fekk bestu byrjanina upp á dystin og leingi sá tað út til, at tað skuldi fara vera Fleyr, sum fór at vinna dystin, men so varð ikki tá avtornaði.
Fleyr hevði annars stryrkt seg við royndum leikarum, sum hava funnið sær flogbóltsskógvarnar framaftur. Katrin Høgnesen, Guðrun Jensen og Kristina Ejdesgaard vóru við á liðnum hjá Fleyr, men tað var ikki nóg mikið kortini.
Sum sagt vóru tað havnargenturnar, sum byrjaðu best og tær vunnu fyrsta settið rættuliga greitt. 21-15 stóð á stigatalvuni tá liðugt var.
Í øðrum setti kláraðu vágagenturnar betri at fylgja við, og tað var um reppið, at tær fóru við settinum, sum var sera javnt. Kortini eydnaðist tað enn einaferð Fleyr at hava munin og aftaná at hava vunnið 22-20 fóru tær til hálvleiks við leiðsluni.
Dráttur koma aftur
Í triðja settið kom vend í. Dráttur broytti eitt sindur upp á uppstillingina og tað hjálpti. Tær fóru skjótt frá Fleyr og smurdu tær av í triðja settinum. Settið endaði 21-9 og nú var vent í holuni.
Men sum so ofta fyrr, so vendi tað aftur beinanvegin. Fleyrkvinnurnar vildu ikki hava sitandi á sær, at tær høvdu tapt so stórt og við skilagóðum spæli vunnu tær fjórða sett 21-12.
Nú var javnt í øðrum hálvleiki og javnbrótari mátti til fyri at avgera seinna hálvleik. Hóast ein skuldi trúð, at Fleyr var omaná nú, so vístu vágagenturnar viljastyrki og tær gjørdu bart við at vinna javnbrótaran um annan hálvleik 7-3.
Nú var javnt 1-1 og tann seinasti javnbrótarin mátti takast við fyri at finna eina vinnara og ein finalist.
Hesaferð var tað Dáttur, sum var væl stinnari og tær vunnu seinasta javnbrótaran 15-9 og dystin 2-1.
Uppiborið
Tað var stór frøði á gentunum úr Vágum tá tær høvdu vunnið sær sess í finaluni. Sigurin var eftir tí vit hava skilt uppiborin og serliga vóru tað Helga Nordendal og Gerda Nattestad, sum vóru drúgvar hjá Drátti.
Munurin millum liðini var, at Dráttur dugdi betri at fáa burtur úr á miðjuni, meðan Fleyr hevði sera trupult at byrgja upp fyri hesum vápninum.
Fleyrgenturnar vóru, sum vera mann sera vónbrotnar um tapið, tí tað hevði bjargað teimum ein part av kappingarárinum, um so var, at tær høvdu spælt seg í finaluna.
Finalan verður sum sagt millum Mjølnir, sum hevði vunnið sær hitt plássið fyri langt síðani, og Drátt, og hon verður spæld í Havn tann 18. marts, sama dag, sum menninir spæla sína finalu. Tann dysturin verður millum stórfeløgini bæði Mjølnir og Fleyr.
Vit gleða okkum til dystirnar ...