Í serflokki

Unglingarnir Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen gjørdu rættiliga vart við seg við ávíkavist einum øðrum- og níggjunda plássi í sterkari opnari kapping í Barcelona. Tvey framúrskarandi úrslit.

Talv

Fyrireikingarnar hjá vinmonnunum Hans Kristian Simonsen og Martini Poulsen til Talvolympiaduna eru farnar í gongd. Leiðin er farin til Spania har nógvar kappingar eru kring alt árið. Seks vikur eru til OL-startskotið í Bled, Slovenia.
Báðir byrjaði heldur varliga,við tveimum stigum eftir fyrstu trý umførini í IV Open International í Barcelona, sum í ár hevði heili 390 luttakarar. Men eftir hesa annars hampiligu byrjan, varð tað sum um at telvað bleiv fyri dagligt breyð og yvirlivilsi restina av kappingini. Stigini skolaðu inn hjá báðum, og væl fylgdust teir gjøgnum alla kappingina.

Vunnu á sama stórmeistara
Tann royndi stórmeistarin úr Ukraina, Viktor Moskalenko (2513) fekk av álvara føroyska framtíðartelving at smakka. Fyrst niðurspældi Martin stórmeistaran í sætta umfari, og bert trý umfør seinni framdi Hans Kristian sama kynstur ímóti tí nipna Moskalenko.
Tvey sonn undursúrslit, men ikki vórðu hetta einastu megnarúrslit hjá fremstu unglingum okkara. Hans Kristian vann eitt nú á altjóða meistara (eisini fingu báðir javnleik móti altjóða meistarum), og báðir vunnu móti fleiri telvarum yvir 2250 í rating.
Undan seinasta umfari høvdu báðir sjey stig av níggju møguligum, og sostatt vóru teir við í oddastríðnum. Í seinasta umfarinum leikti Hans Kristian javnt móti altjóða meistara, meðan Martin vann á væl hægri styrkismettum telvara. Tey átta stigini Martin fekk varð nóg mikið til eitt deilt annað pláss saman við sjey øðrum luttakarum, meðan Hans Kristian fekk eitt deilt níggjunda pláss, bert hálvt stig aftanfyri Martin og eitt stig aftanfyri vinnaran.

Skarvslop á ratinglistanum
Tá hugsað verður um at 390 telvarar luttóku í kappingini, harav nakrir stórmeistarar og fleiri altjóða meistarar, eru úrslitini hjá føroyingunum einastandandi. Samstundis ger hetta Føroyar uttan iva sjónligari á altjóða talvpallinum.
Hóast góðu úrslitini, bleiv talan ikki um IM-normar. Men tey 113 (!) ratingstigini Martin fær aftrat sínum 2123 stigum, og tey 58 stigini Hans Kristian fær omaná sínum 2179 stigum, eru sjálvsagt kærkomin. Í løtuni gevur hetta teimum eitt fimta (Hans Kristian, 2237) og sætta pláss (Martin, 2236) á listanum, framanfyri eitt nú Ólavur Simonsen og Eyðun Nolsøe.