Setti eld á 100.000 krónur

Tað hevur vakt stóran ans í Svøríki og aðrastaðni, at svenski politikarin Gudrun Schyman setti eld á 100.000 krónur í einari roynd at varpa ljós á spurningin um, at menn og kvinnur fáa ikki somu løn fyri sama arbeiði.

Til tess at tryggja sær, at boðskapurin kom út, hevði hon sagt fjølmiðlunum frá frammanundan, og sjónvarpsmyndir av teimum logandi pengaseðlunum fóru um alt Svøríki.

Gudrun Schyman ásannar, at tilburðurin kann øsa fólk, men við danska blaðið Politiken sigur hon, at hetta var ivaleyst tann besti hátturin fyri at vekja áhuga fyri spurninginum um somu løn fyri sama arbeiði.

Tann 62 ára gamla Gudrun Schyman er ein av høvuðspersónunum í svensku kvinnufylkingini Feministisk Initiativ, sum hevur javnbjóðis løn fyri javnbjóðis arbeiði sum eitt av sínum aðalmálum upp undir ríkisdagsvalið í september.