Settu bil á rull

Sunnunáttina høvdu ótangar loyst hondbremsuna á einum bili, sum síðani stóð og forðaði ferðslu

Sunnunáttina klokkan 1.30 fekk politiið í Havn eina fráboðan um ein bil, sum stóð mitt á vegnum við Sjónleikarahúsið.

 

Politiið heldur, at onkrir ótangar hava sett bilin á rull.

 

- Onkur hevði sæð nakrar dreingir fara inn í bilin, har teir loystu hondbremsuna, soleiðis at bilurin fór á rull. Tá bilurin byrjaði at trilla, runnu hesir dreingirnir avstað, sigur vakthavandi á politistøðini. 

 

Politiið fór á staðið og fekk sett bilin á eitt høgligari stað.