Í næstu viku byrjar nýggj landsumfatandi kapping í alisfrøði millum 7. flokkarnar í fólkaskúlanum undir heitinum »Ger lýsingar um elorkusparingar«. Málbólkurin fyri hesar lýsingar eru børn og ung í aldrinum 13-16 ár. Eins og í fjør skipar Elfelagið SEV fyri kappingini við stuðuli frá Atlantic Airways og útnorðursamstarvinum NATA.
21 flokkar úr øllum landinum hava teknað seg til kappingina, sum varir í sjey vikur.
Flokkarnir skulu svara fýra spurningum hvørja viku og skulu finna fram til eitt gott elspariráð, antin á skúlanum ella heima.
Flokkarnir fáa stig fyri uppgávurnar, og tá kappingin er av, velur ein uttanveltað dómsnevnd fimm tær bestu burturúr.
Høvuðsvinningurin hesa ferð er eins og í fjør ein vikuskiftisferð fyri allan flokkin til Íslands við Atlantic Airways.
Har yviri verður møguleiki millum annað at uppliva aðrar orkukeldur enn tær, vit hava í Føroyum.
Vinnari í fjør var Skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík.