SF: Tríggir spennandi festivaldagar fyri framman

– Vit hava gjørt klárt til tríggjar dagar fullar av undirhaldi til vaksin, ung og børn, sigur Erik Biskopstø, fyriskipari av Summar Festivalinum

Summar Festivalurin er fyri framman, og fyriskipararnir hava í longri tíð arbeitt við at skapa tríggjar spennandi og hendingaríkar dagar fyri fólk í øllum aldri.

 

Summar Festivalurin er tann stóri og breiði festivalurin, og tað sæst eisini aftur í innihaldinum, sum bæði er til vaksin, ung og børn.

 

– Vit hava gjørt klárt til tríggjar dagar fullar av undirhaldi til vaksin, ung og børn. Vit hava tríggjar útipallar, ein innipall til familjurnar, og samanlagt verða útivið 40 framførslur á festivalinum, sigur Erik Biskopstø.

 

Her kanst tú síggja video-samrøðu við Erik Biskopstø:

 

##med2##