Klokkan 19 í kvøld fer norðurírski dómarin at bríksla fyri fyrstu ferð á Svangaskarði, har Víkingur eigur heimavøll ímóti finska FC Inter Turku.
Sigfríður Clementsen er nýggjur venjari í Sarpugerði, har hann mánakvøldið vandi saman við spælarunum fyri fyrstu ferð. Allir Víkinga spælararnir eru tøkur uttan André Olsen. Sølvi Vatnhamar og Sam Jacobsen, sum lesa í Danmark, venja nú við Víkingi. Sølvi verður við longu í kvøld.
-Talan verður um onkrar justeringar longu í kvøld, men tað sigur seg sjálvt, at talan verður ikki um stórar broytingar, sigur Sigfríður Clementsen, sum ætlar at hava Sølva Vatnhamar ímillum teir fyrstu ellivu.
Víkinga venjarin heldur henda dystin hava stóran týdning:
-Eitt er, at ein lítil millión stendur upp á spæl, um tað eydnast at spæla seg víðari, og eitt annað er, at hetta er gott høvi hjá okkum at taka bestikk av støðuni og harvið at verða greiðir yvir, hvar frá tað er, at vit skulu arbeiða víðari. Málið í kvøld er at vinna úrslit, sum verður nóg gott til, at tað framvegis verður spenningur um samantalda úrslitið, tá vit mánadagin fara til Finlands.
Og hvussu eru vánirnar fyri tí?
-Tvey ella trý tey bestu feløgini í Finlandi høvdu staðið seg væl í donsku superliguni. Hjá hinum hevði tað snúð seg um at verið í botninum í bestu donsku deildini ella í toppinum í næstbestu deildini. Hetta er ikki so nógv øðrvísi, enn tað er hjá bestu feløgunum í Føroyum. Úrslitini hjá Víkingini seinastu tíðina hava ikki boðað frá, at liðið telist í toppinum. Men um alt gongur við hjá okkum, og tað ikki hepnast so væl hjá teimum, so er tað ikki ómøguligt at vinna gott úrslit. Støðan er, sum hon altíð er, tá ið føroyingar eru í altjóða fótbóltskappingum. Vandin fyri stórtapi lúrir, men samstundis er møguleikin ikki so langt burtur fyri góðum úrsliti. Føroysk feløg hava seinnu árini sum heild staðið seg væl á heimavølli, staðfestir nýggir Víkinga venjarin.
Kennir tú nakað til mótstøðuliðið?
Millum lítið og einki. Eg havi sæð onkur klipp á youtube. Sum hjá Víkingi so hava úrslitini ikki verið so góð seinastu tíðina, tá ið fleiri spælarar hava verið darvaðir av skaðum. Teir eiga at vera væl fyri, tí teir spældu í landskappingini síðsta sunnudag, og teir skulu spæla aftur í vikuskiftinum. Teir eru stórir og sterkir, so vit skulu ansa væl eftir í deyðbóltsstøðum.
Víkingur-FC Inter Turku á Svangaskarði klokkan 19.00.