Sílið er meistari við fullum stigatali

5-mannafør gentur 17-18 ár: Kollur gav í dag favorittunum meiri kapping, enn talan hevur verið um higartil í ár

Vinnarin var tann sami, sum hann hevur verið allar seks tær undanfarnu ferðirnar í ár. Sílið hjá Havnar Róðrarfelag vann, og Sílið er FM vinnari við fullum stigatali og harvið í stórum stíli. Sílið er meistari við 49 stigum, og Kollur úr Kollafirði er næstbest við 42 stigum.

 

Sammett við allar hinar undanfarnu kappingarnar fyrr í summar so var talan um væl størri kapping um fremsta plássið. Kollur legði bragdliga fyri, og tær úr Kollafirði vóru øgiliga drúgvar.

 

Undanfarnu ferðirnar hevur tað bara verið spurningur um, hvussu trivaligur sigurin hjá Sílið fór at verða. Í dag var Sílið fremst mesta partin av stutta róðrarteininum, men Sílið slapp ongantíð leyst av Kolli, sum gjørdi fleiri atsóknir, uttan at tað eydnaðist at taka Sílið.

 

1 Sílið (HR)05:24.27+00.007 
2 Kollur (KÍF)05:25.29+01.046 
3 Spógvin (NSÍ)05:43.30+19.065 
4 Tekla (KRF)05:46.08+21.624 
5 Æðan (AR)06:03.27+39.003
1 Sílið (HR)749 
2 Kollur (KÍF)742 
3 Tekla (KRF)734 
4 Spógvin (NSÍ)723 
5 Kellingin (ERF)621 
6 Títlingur (HR)39 
7 Æðan (AR)58

 

rsf.fo