Símun úr Konoy við góðum Grasi á G!

Nakrir av okkara bestu tónleikarum manna bólkin Gras, tá hesin fer á pall í G! Festivalinum í summar.

Nakrir av okkara bestu tónleikarum manna bólkin Gras, tá hesin fer á pall í G! Festivalinum í summar.

Selatrað, Góða Dal, Tú mást ikki rýma Súsan, Omma, Timburmenn, Eg verði svakur og man ikki nýggjasta hittið Fiskafrikadello snýkja seg inn í skránna, tá Símun úr Konoy og Gras fara á pall á heimavølli í Gøtu í summar.

In.fo kundi longu í gjár avdúka, at Símun úr Konoy og Gras spæla saman aftur á klettunum fyri fyrstu ferð í nógv ár. Seinast bólkurin var savnaður, var til eina framførslu á Asfalt í 2007, men annars hava teir ikki spæld smana, síðan Símun flutti til Danmarkar fyrst í 90’unum og skifti navn til Simon Von Konoy.

Hett er ein stórsligin endurkoma av einum av best seljandi bólkunum í 1980’unum, har bondini Í Góðadal, Selatrað og Omma seldu sum heitt breyð, og ein kvøðuljómasagari fyri og annar eftir rungaði um allar geilar.

Tí settu vit okkum í samband við Simon Von Konoy í morgun fyri at frætta meira um bólkin, ið hann hevur við sær, er hetta upprunaliga grasið ella nýtt Gras?

- Seinast eg spældi saman við gamla bólki mínum Gras, var á ASFALT í Havn. Manningin hesuferð verður Jóhannus á Rógvu Joensen, Hermund Jacobsen, Benjamin Petersen, Kári Poulsen og Hjalti Joensen, greiður Símun frá.

Hetta er sostatt ikki tað upprunaliga Gras, men løgini vera tó av gamla slagnum hjá Símuni og Gras.

Jón Tyril, tónleikastjóri á G! var trekur at fáa at vátta tíðindini í gjár, men skilti skjótt, at søgan var úti, og segði tí, at hann kundi vátta, at ætlanin var at avdúka ein listarmann seinnapartin í dag, og at hesin listarmaður var herfyri samanborin við so mætar menn sum Asger Jorn og Picasso.

Tað var í samrøðu við Middelfart Lokal TV, at Jacob Haugaard herfyri samanbar sangin “Fiskafrikadello”, ið Símun hevur skrivað, við Jorn og Picasso, tí hann var genialur við sínum einfaldni og endurtøkum.

Tað má metast sum eitt scoop fyri G! at fáa lokala hetju, ið við Fiskafrikadello er háaktuellur. Umframt, at hann fer á pall við sínum gamla tilfarið, ið inniheldur so nógv hitt.

Simon von Konoy er virkin innan danskan tónleik og hevur givið nógvar fløgur út undir danska kunstnaranavninum Simon Von Konoy. Hann spælir eisini kring Danmark, har tað er tað sonevnda Dansktop umhvørvið hann ferðast í.