Sinnisbati bjóðar avvarðandi bólk fyri menn

Bólkurin eru fyri teir, sum hava avvarandi við sálarsjúku

Fyri fyrstu ferð bjóðar Sinnisbati avvarðandi bólk fyri menn. Bólkurin eru fyri teir mennirnar, sum hava avvarandi við sálarsjúku. 

 

 

Avvarðandi bólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. ​Tey​ avvarðandi​ kunnu tosa opið og erligt um uppliving​ar​, trupul​leikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera, skrivar Sinnisbati á heimasíðuni. 

 

 

–Endamálið við bólkinum er at møta øðrum í líknandi støðu, at læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt, at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión) og at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egna støðu. 

 

 

Tað verður bygt upp við undirvísing, felagspráti, psykoedukatión og sosialum tiltøkum. 

 

 

–Avvarðandi bólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. ​Tey​ avvarðandi​ kunnu tosa opið og erligt um uppliving​ar​, trupul​leikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera. Endamálið við bólk​unum​ er, at ein k​ann​ ​hitta​ fólk í líknandi støðum, og at luttakar​ar​nir kunnu stuðla hvør øðrum og veita hjálp til sjálvhjálp. Sostatt er tilboðið ikki eitt viðgerða​r​ tilboð, men luttakar​ar​nir kunnu​ saman​ finna loys​n​ir og deila ​royndir​. Bólkarn​i​r verð​a​ stuðla​ðir​ av tve​imum​ fakfólk​um​, sum hava serkun​n​leika innan økið. Luttaka​​r​ar​nir og fakfólkini eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum, skrivar Sinnisbati