Valdsmisnýtsla er eitt sterkt orð at brúka - men hvat annað skulu vit kalla tað, tá politiska valdið í hesum føri roynir at gjøgnumtvinga eina avgerð, sum bæði saknar sakligt grundarlag, gongur beinleiðis ímóti fakligu kompetansuni á økinum, og er í mótstríð við áhugamálini hjá teimum, sum málið snýr seg um.
Hvøss viðmerking frá Psykiatriska Deplinum
Í blaðsamrøðu mikudagin kunnu vit lesa greiða og sjáldsama hvassa viðmerking um málið frá hægstu fakligu kompetansuni á økinum, nevnliga Tórmóði Stórá, leiðara á Psykiatriska Deplinum. Fyri tað fyrsta staðfestir hann, at ”læknafakligi serkunnleikin er ikki eftirspurdur”, og fyri tað næsta kolldømir hann ætlanina hjá landsstýriskvinnuni at strika byggingina av bústøðunum í Havn og flyta tað til heimbygdina hjá landsstýriskvinnuni sum ósakliga og skeiva: ”Læknafakliga er ongin ivi um, at tað einasta rætta er at halda fast um ætlanina at byggja íbúðirnar í Havn.”
Galdandi lóg um nýskapandi sambýli í Havn verður sett til viks
Eftir galdandi verklagslóg skuldu byggjast 16 íbúðir í einum nýskapandi sambýli við Heygsvegin í Havn. Undirritaði legði uppskotið fram sum landsstýrismaður á økinum (løgtingsmál nr. 166, 2007), og lógin varð einmælt samtykt í løgtinginum 5. mai 2008. Hetta snúði seg um 1. byggistig við 10 plássum. 17 mió. vóru settar av til endamálið. Síðani skuldi haldast fram við teim næstu 6 plássunum í 2. byggistigi.
Við uppskotinum fylgdi útgreinað byggiskrá, m.a. við fakligari lýsing av tørvinum hjá tí serliga brúkarabólkinum, sum vóru tey 20 sinnisveiku, ið vóru liðugt viðgjørdir sjúklingar, men í 20-30-40 ár vóru strandaði á Psykiatriska Deplinum, tí ongir bústaðir vóru til teirra serliga tørv. Hesi fólkini vóru tey, sum nýggja sambýlið í Havn skuldi byggjast til. Í byggiskránni var sjálvsagt eisini ein útgreinað byggiteknisk skrá og tekning. Bygginevnd varð eisini sett, m.a. umboðandi Deildina fyri sinnisveik í Nærverkinum, Psykiatriska Depilin og felagið fyri sinnisveik, Sinnisbata.
Samgongufelagir hvørki eftirspurdir ella kunnaðir
Landsstýriskvinnan letur nú hesa lógina fara úr gildið nýggjársaftan, tí hon knappliga hevur funnið uppá, at í staðin fyri at fylgja teirri fakligu og politisku avgerðini, sum í 2008 varð tikin í fullari semju millum allar partar, vil hon gjøgnumtrumfa eitt persónligt projekt í heimbygdini Sandavági – ein ætlan, sum hon ikki hevur spurt nakran um. Hon hevur ikki spurt fakliga serkunnleikan á økinum. Og hon hevur ikki nevnt málið við einum orðið yvir fyri løgtinginum, tíansheldur sínum samgongufeløgum! Vit hava lisið og hoyrt um hetta mál í fjølmiðlunum – onki annað.
Landsstýriskvinnan hevur ikki kunnað ella spurt okkum í Javnaðarflokkinum um sína politisku solo í hesum máli. Eg kann siga uppá forhond, at vit fara heldur ikki at taka undir við tí – tí avgerðin er ósaklig og skeiv.
Er fakliga kompetansan ikki tikin við økisdepilin í Vági?
Av viðmerkingunum hjá Tórmóði Stórá tykist, sum um fakliga kompetansan á Psykiatriska Deplinum heldur ikki er við í fyrireikingini av Økisdeplinum fyri sinnisveik, sum nú verður bygdur í Vági. Um so er, er tað órógvandi, tá hugsað verður um, at hesin økisdepilin er tann fyrsti av sínum slag í Føroyum, har tvey fakøkið innan psykiatriina verða samansjóðað, nevnliga økispsykiatriin og sosialpsykiatriin, og tí má fyrireikast sera gjølla. Tað er so sjálvsagt, at júst psykiatriski sakkunnleikin er høvuðspartur í fyrireikingini. Tí faí eg meg ikki at trúgva, at Almannamálaráðið og Nærverkið, ið standa fyri málinum, ikki ætla at taka tey við í fyrireikingina, sum fakliga varða av hesum viðurskiftum.
Ábyrgdin av psykiatriini eigur at savnast
Eftir stríð millum táverandi landsstýrismenninar í familju- og heilsumálum og í almannamálum í 2002-03 varð í 2004 gjørt av at skipa ábyrgdina av bústaðar- og virknistilboðum til sinnisveik undir Deild fyri sinnisveik undir Nærverkinum. Nú er nógv sum bendir á, at henda avgerð eigur at endurskoðast, soleiðis at øll viðurskifti hjá sinnisveikum koma undir eitt og sama ábyrgdarøki, nevnliga Psykiatriska Depilin. Tað vil siga, at sosialpsykiatriin verður flutt frá Nærverkinum og Almannamálaráðnum til Psykiatriski Depilin og Heilsumálaráðið. Tað hevði verið ein betri trygd fyri fakligu kompetansuna í hesum og øðrum málum viðvíkjandi sinnisveikum, og tað ivist eg heldur ikki í, at tey sinnisveiku og teirra avvarandi høvdu kent seg tryggari við.