Seinasta summar varð ein felagsskapur, FASFA, stovnaður av londum, sum virka fesk fløk umborð. Hetta hendi á fundi í London og limirnir í felagnum eru úr Noregi, Bretlandi, Russlandi, Íslandi og Føroyum. FASFA stendur fyri ?Frozen At Sea Fillets Asssociation?
Seinasti í januar í ár heldt felagið fund í Fishmongers Hall í London, har eitt ein ætlan um søluframtak varð løgd fram. Umboð fyri bretsku bløðini luttóku eisini á hesum fundi og felagsskapurin hevur fingið nógva umtalu í bretsku fjølmiðlunum.
Endamálið við felagsskapinum er at lýsa hvussu nógv betri sjófryst fløk eru enn vanlig fløk, virkað úr ísaðum fiski, ella avreidd beinleiðis. Sjófryst flak er ongantíð eldri enn seks tímar, tá tað liggur í frystilastini.
Árni Joensen úr Oyndarfirði, ið umboðar sølufelagið hjá Vesturvón, VS-Seafood luttók á fundinum.
-Ongland er størsti keyparin av sjófrystum fløkum og hesi verða nýtt til at gera tann eyðkenda bretska rættin, ?Fish & Chips. Í mong ár hava so norðmenn, íslendarar og føroyingar selt teimum ísaðan fisk, serliga tosk og hýsu, ið teir sjálvir so hava flakaskorið og steikt til henda rætt, sigur Árni Joensen.
- Síðani flakatrolararnir byrjaðu sína framleiðslu, fyri uml. 30 árum síðani,
hava somu keyparar so verið teir bestu og mest støðugu keyparar av vørum frá
hesum trolarum. Bretum líkt, er framleiðslumynstrið ikki broytt nakað øll hesi ár og tykist heldur ikki at standa fyri nakrari broyting heldur. T.d. verða skin/on fløk mest seld í Suðuronglandi, meðan skin/less fløk verða mest seld í Norðuronglandi, eisini eru øki. t.d. Yorkshire har mest verður selt av hýsu, tí at fólk har ikki vilja hava toskaflak, sigur Árni Joensen.
- Sølan av feskum/ísaðum fiski er ein stór hóttan fyri sjófrystar vørur, tí at kundin ikki kennir munin ímillum fekst og fryst og bjóðar tí meiri fyri fekst, hóast henda vøra mangan er 14 daga gomul, táið endabrúkarin fær hana. Trupulleikin er sum nevnt, at "feskur" fiskur ikki er so "feskur" sum ofta hildið, men er heldur 8-10 daga gamal, og kanska meir táið brúkarin endiliga fær hann, meðan sjófryst flak verður skorið og fryst innan, -í mesta lagi 6 tímar, eftir at fiskurin er veiddur, sigur Árni Joensen, VS-Seafood.