Sjáldsamur stórsigur

Tey flestu høvdu væntað ein javnan dyst millum íslendingar og føroyingar, men føroyingarnir vildu annað og avsmurdu grannatjóð okkara

 

Talv


Íslandska úrvalsliðið - telvarar úr norður og eysturlandinum - kom til Føroyar fríggjadagin við tí vón at endurvinna steypið sum teir vunnu í 1999. Undan hesum 14. dysti landanna millum hava íslendingar vunnið 10 ferðir, meðan vit hava tríggir sigrar í skjáttuni. Okkara seinasti sigur varð vunnin í Klaksvík í 1993.

Føroyska liðið var petti sterkari, hvat rating viðvíkur, men at munurin bleiv so stórur hevði eingin væntað. Á fyrstu fimm borðunum var sera javnt í styrki, men í niðara endanum vóru føroyingarnir munandi sterkari.

Lagt varð til brots leygardagin í hølum Havnar Telvingarfelags, og leingi var javnt á at líta. Tá komið varð djúpt inn í fjórða tíman høvdu føroyingarnir tó lagt seg trygt á odda, og vunnu loksins fyrsta umfar 6,5 ? 3,5. Eitt gott grundarlag undan øðrum og seinasta umfari, sum bleiv telvað sunnudagin.


Ótrúligt úrslit

Ein útskifting bleiv framd á føroyska liðnum sunnudagin, tá Torkil Nielsen røkti sætta borð ístaðin fyri Terja Petersen. Hesa uppgávu røkti Torkil avbera væl, eins og nærum allir gjørdu hendan sigursdag. Fýra stig í øðrum umfari hevði verið nóg mikið at vunnið samanlagt, men føroyingarnir gjørdu ikki mætari enn at vinna heili 8-2. Sostatt ein flottur 14,5 ? 5,5 stórsigur til okkara menn.

Teir sum vunnu bæði talvini vóru Ólavur Simonsen, Martin Poulsen og Martin Brekká. Tvey talv verða í hósdagsblaðnum.

Íslendingarnir tóku stórtapið við einum smíli, men lovaðu tó at betra støðuna til næstu ferð. Teir fingu møguleikan longu sama kvøld tá snarlandsdystur bleiv leiktur, har allir møttu hvørjum øðrum. Ikki burdi teir bjóða av, tí hetta bleiv ein enn dyggari smeitur. Úrslitið gjørdist heili 61-39 til Føroyar, og tá væntaðu eisini John Rødgaard, Torbjørn Thomsen og Torkil Nielsen á liðnum.


Hittast aftur um tvey ár

Undan snardystinum varð samkoma á parnassinum á Hotel Hafnia har borðeitt varð við besta slagi, og røður vórðu hildnar. Íslendingarnir fóru av landinum mikudagin.

Um tvey ár verður landsdysturin leiktur í Íslandi, helst í Akureyri, og tá er ætlanin at hava eitt minst so sterkt føroyskt lið sum hesuferð, og sjálvandi verður gjørt alt fyri at endurvinna steypin aftur.

Stuðlar til landsdystin vóru Formula Føroyar og Tórshavnar Skipasmiðja.


1. umfar 6 1/2-3 1/2

IM John Rødgaard ? Jón G. Viðarson 1/2-1/2

Torbjørn Thomsen ? Halldór G. Einarsson 1/2-1/2

Ólavur Simonsen ? Ólafur Kristjanson 1-0

Rani Nolsøe ? Tór Valtysson 1/2-1/2

Carl Eli. N. Samuelsen ? Jón T. Tór 1/2-1/2

Terji Petersen ? Viðar Jónsson 0-1

Martin Poulsen ? Ari Friðfinsson 1-0

Martin Brekká ? Smári Ólafsson 1-0

Olaf Berg ? Sigurdur Eirksson 1-0

Hans K. Simonsen ? Eymundur Eymundsson 1/2-1/2


2. umfar 8-2

IM John Rødgaard ? Jón G. Viðarson 1/2-1/2

Torbjørn Thomsen ? Halldór G. Einarsson 0-1

Ólavur Simonsen ? Ólafur Kristjanson 1-0

Rani Nolsøe ? Tór Valtysson 1-0

Carl Eli. N. Samuelsen ? Jón T. Tór 1-0

Torkil Nielsen ? Viðar Jónsson 1-0

Martin Poulsen ? Ari Friðfinsson 1-0

Martin Brekká ? Smári Ólafsson 1-0

Olaf Berg ? Sigurdur Eirksson 1/2-1/2

Hans K. Simonsen ? Eymundur Eymundsson 1-0