Leygardagin 6. mai hevur sjálvstýrisflokkurin landsfund. Upprunaliga varð ætlað at fundurin skuldi vera í Klaksvík, men ymisk praktisk viðurskifti hava gjørt, at neyðugt varð at flyta fundin.
Landsfundurin verður sostatt í Stokkastovuni í Saltangará leygardagin 6. mai kl. 10.00.
Fundurin verður hildin sambært lógum felagsins. Uppskot til broytingar í lógum felagsins er sent Landsfelagnum. Tað verður tí helst hildin ein eykaaðalfundur, stutt eftir landsfundin, har støða verður tikin til tær lógarbroytingar, sum skulu fremjast.
Av tí at so stórar og týðandi avgerðir fyri framtíðarstøðu Føroya standa fyri framman, verður landsfundur eisini hildin í heyst. Hesin er settur at vera í Klaksvík.
Ein sáttmáli millum Føroyar og Danmark, sum fólkið tekur undir við er endamálið
Nógv stór mál eru á skránni. Landsstýrið samráðist í løtuni við donsku stjórnina um ein nýggjan sáttmála millum Føroyar og Danmark. Ein sáttmála sum gevur Føroyum fult sjálvstýri og fullan sjálvsavgerðarrætt. Eitt mál, sum flokkurin tekur í stórsta álvara.
Endamálið við samráðingunum er at koma fram til eitt sáttmálauppskot, sum fólkið tekur undir við.
Bara ein fólkaatkvøða kann tryggja tað.
Vælferðarsamfelagið skal mennast og byggjast út
Framstig eru gjørd á nógvum økjum, sum flokkurin hevur ábyrgdina fyri. Fólkapensjónin er hækkað, semja er fingin um nýggjan leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum, sett er út í kortið eitt ein byggi- og umvælingarætlan, sum fær sjúkrahúsverkið upp á eitt nøktandi støði. O.s.fr.
Hesa positivu gongd skulu vit framhaldandi tryggja.
Burðardygg oljuvinna
Vit eru á veg inn í eitt tíðarskeið, har oljuvinnan kann koma at hava stóran týdning fyri samfelagið. Sjálvstýrisflokkurin umsitur hetta stórmál, og longu nú 17. mai, fæst at vita, hvussu stórur áhugin er at fara undir hesa vinnu í Føroyum.
Vit skulu tryggja eina burðadygga gagnnýtslu av hesum tilfeingi fyri samfelag, einstakling og náttúru og fiskivinnu.
Hesi og onnur mál verða viðgjørd í politiska orðaskiftinum á landsfundi sjálvstýrisfloksins.
Landsfelag Sjálvstýrisfloksins
Ronald Poulsen, formaður