Undirritaði váttar hervið, at Sjálvstýrisflokkurin hevur móttikið mótmælisskriv tykkara dagfest 6/5-2003.
Kartin Hansen landsstýrismaður í fíggjarmálum skal eftir galdandi lógum og viðtøkum góðkenna sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Sambært tíðindunum í Útvarp Føroya í morgun sigur John Danielsen, at landsstýrismaðurin hevði boðað leiðsluni í SEV frá, at sáttmálin ikki fór at verða góðkendur. Hóast hesa fráboðan bleiv sáttmálin undirskrivaður.
Eftir tí sum fram er komið, eru lønarkrøvini sum fakfeløgini hava sett, grundað í lønarhækkingini í áðurnevnda sáttmála. Undirritaði má geva fakfeløgunum rætt í tí, at tað er sera óheppið at politiska fráboðanin ikki kemur alment fram fyrr enn nú.
Sjálvstýrisflokkurin ynskir ikki at gerast partur í sáttmálatrætu á arbeiðsmarknaðinum nevnliga tí, at tað í demokratiskum londum er ein grundleggjandi rættur hjá fakfeløgun-um, frítt at samráðast um setanar og lønarviðurskiftini hjá limunum í feløgunum.
Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag skulu uttan politiska uppílegging samráðast og undirskriva ein sáttmála, sum báðir partar kunnu liva við.
Hetta ynskir og virðir Sjálvstýrisflokkurin.
??????
Vinarlig heilsan
f/ Sjálvstýrisflokkin, Kári P. Højgaard, formaður