Sjálvstýristilgongdin ? eitt vónbrot higartil

Higartil er øll tilgongdin eitt stórt vónbrot fyri okkum, sum vilja, at føroyingar royna at standa saman í hesum álvarsmáli. Tvær leiðir eru til fullveldið ella størri sjálvrøði. Um ikki taktikkur er uppi í, so má ásannast, at Føroya Landsstýri hevur valt ta skeivu leiðina, men enn kann kósin rættast.

Tað var lítið virðiligt fyri landsstýrið at fara til Danmarkar við so smølum meiriluta aftan fyri seg í løgtinginum og í fólkinum í hesum stórmáli.

Helst áttu allir flokkar á løgtingi og ein stórur meiriluti av føroyingum at staði aftan fyri uppskotið til donsku stjórnina. Hettar var gjørligt, men landsstýri megnaði ikki ? ella vildi ikki ? at finna ta breiðu semjuna um hettar stórmálið, tí onkur flokkur vil hava alt sítt, og tá er ómøguligt at gera semjir.

Hvat skulu danskir politikarar og danir annars halda um okkum føroyingar? Fleiri framstandandi danskir politikarar høvdu greitt sagt okkum, hvør støða teirra var og er til málið, men vit valdu ikki at lurta.

Hvussu naiv kunna landsins kosnu fólk loyva sær at vera. Tað er minni enn tvey ár liðin, síðan somu fólk fingu Danmark til partvíst at eftirgeva og annars umfíggja alla okkara uttanlandsskuld og nú krevja vit, at teir skulu strika allar 4,4 milliardirnar, millum nógv onnur ynskir fyri at fíggja »loysingina frá Danmark«?

Okkara landsmenn, sum búgva fast í Danmark, teir ógvast og skammast okkara vegna ? eg skilji teir so væl. Tí hvat vilja vit føroyingar? Tað veit eingin ? heldur ikki danir.

Men Føroya Landsstýri hevur valt eina kós í sjálvstýrismálinum, sum kloyvir okkum føroyingar í tveir eins stórar partar ? júst sum í 1946. Og hesa ferð var og er tað heilt óneyðugt.


Neyvan til reiðar at gjalda fyri fullveldi

Tað er ikki lívsneyðugt fyri Føroya land og fólk at fáa proklamera eitt formelt fullveldi her og nú ? als ikki, tá vit øll vita, at vit ikki megna og neyvan eru til reiðar at gjalda hetta fullveldi, og heldur ikki eru til reiðar at umsita tað. So kósin hjá Føroya Landsstýri er ein fullveldisproklamatión her og nú síðan skal Danmark umsita og gjalda fyri okkum, umframt at vit longu eru farin at merkja prísin fyri hettar formella fullveldið, og hesin prísur gerst enn størri, ja nógv, nógv størri enn, um ikki verður lagt á annan bógv.

Prísurin higartil er, at vit, hóast peningur er tøkur hartil, ikki halda samfelagsfunktiónirnar við líka, men hava alsamt lækkandi støði: á sjúkrahúsøkinum, pensiónsøkinum, skúlaøkinum, postøkinum, strandferðsluøkinum o.s.v. Og tað sum bíðar okkum sambært uppskriftina hjá Fólkaflokkinum er: enn størri niðurskurður á øllum almennum økjum, og lækkan av øllum lønum við lóg.So skulu vit fáa skattalætta. Men tað stendur eisini í verandi samgonguskjali, men ignin lætti er komin, og neyvan fer ein skattalætti at uppviga lønarniðurskuðrin, nei tað verður, sum tá »den skønne Helena« skuldi »betra« almannapensiónirnar ? tey flestu fingu minni útgoldið.

Tað søguliga í tíðini er, at allir 6 flokkar á løgtingi eru til reiðar at virka fyri størri sjálvstýri og greiðari reglum á stýrisskipanarøkinum, men tað má skipast sum ein tilgongd, hvar vit menna okkum til at taka tað verunliga fullveldið bæði umsitingarliga og búskaparliga, tá vit sjálvi eru før fyri at gjalda. Tað er stórt spell, at ikki ein breið semja kann gerast um hettar. Nú kunna vit ístaðin vænta okkum eitt fullveldi á høkjum, hvar fylgjan er búskaparligt bakkast, ógreiðar ábyrgdarreglur, tí danir bæði muga umsita og gjalda fyri okkum fyrstu kanska nógvu árini. Hvar er stoltleikin?


Avtala sum breið undirtøka er fyri

Ein og hvør, sum hevur búð í Danmark nøkur ár, veit, at naiviteti kemur man ikki langt við har. Men líka lítið við at spæla stórur og frammanundan proklamera: »denne gang er det so færinger der fører pennen og bestemmer, hvor skabet skal stå«. Óansæð um statsministarin er ein ódámligur persónur, so kann hettar bert geva negativar kenslur og ikki góðan gróðrarbotn fyri samráðingum. Tá tú biður peningastovn um lán, so byrjar tú ikki við at hótta stovnin ? tvørturímóti.

So skal ein avtala gerast millum tveir partar, so mugu báðir partar royna at skilja hvønnannan, viðtakast má, hvat báðir hugsa, ynskja, siga o.s.v., ikki bert okkara føroyska ego, tí tað eru fyrst og fremst vit, sum ynskja sømdir frá Danmark. Eg-samráðingar ganga ikki á altjóða støði, og tað er har vit skulu til at beganga okkum í framtíðini.

Sum sagt, tað ber væl til at fáa ein sáttmála við Danmark, hvørs innihald flestu ella allir flokkar á løgtingi taka undir við, og sum hevur stóra og breiða undirtøku millum Føroya fólk. Eina avtalu um størri sjálvstýri til Føroyar, greiðar reglur á ríkisrættarliga økinum, eina tilgongd framímóti sjálvstýri, suvereniteti, fullveldi, evsta valdi ella hvat barnið nú kemur at eita við endan av skiftistíðini, tá vit eru sjálvi blivin før fyri at umsita og gjalda eitt verunligt fullveldi.

So sleppa vit vónandi eisini undan einum búskaparskrædli í samband við ríkisrættarmálið, tí vit fáa tíð til at gera búskapin sjálvberandi á einum vælferðarstøði. Vit kunna framhaldandi virka fyri tí solidariska vælferðarsamfelagnum, uttan sjokvirkningarnir, sum vit nú forútsíggja.

Tað skal vera mín vón, at Føroya Landsstýri og samgonguflokkarnir finna saman við andsøtðuni á Løgtingi og harvið sameina okkara fólk um eina felags loysn í hesum stóra máli. Tí tað letur seg gera.

Enn hevur skaldið rætt: Saman at standa, var ei okkum givið!


Birgir Mohr,

Sandi