Sjónleikur við tónleiki á Læraraskúlanum

Sjónleikur við tónleiki í Auluni á Læraraskúlahøllini leygardagin 6. novembur kl. 16.00.

Tey í 2.P. á Føroya Læraraskúla hava, sum part av undirvísingini í teimum handaligu lærugreinunum, framleitt ein sjónleik, ið ætlanin er at framføra fyri almenninginum leygardagin tann 6. novembur í Auluni á Føroya Læraraskúla.

Handritið er bygt á bókina "Kykkelige Kurt" - umdoyptur Hanus Hanagleiv, og fer fram á einum bóndagarði. Sum á flestu bóndagørðum er eisini á hesum ein hani, ið gelur hvønn morgun tá sólin kemur upp. Og hanin á hesum bóndagarði eitur Hanus Hanagleiv. Hann er sera vælumtóktur av øllum djórunum á bóndagarðinum, uttan av Gutta, sum er gásasteggin á garðinum. Gutti er øvundsjúkur inn á Hanus, og teir gerast óklárir. Hvat síðani hendir fáa vit so at síggja og hoyra.

Leikurin inniheldur eisini fimm løg, ið eru sjóðaði inn í søgugongdina, og eru tað teir ymisku persónarnir í leikinum, ið framføra løgini, ið flokkurin eisini hevur gjørt.


Vinarligast

2.P.