Tíðliga í morgun fór sjálvvirkandi eldávaringin á skúlanum við Løgmannabreyt at boða frá eldi. Boðað verður frá niðri á brandstøðini og sløkkiliðið fór alt fyri eitt við fullari styrki niðan á skúla at basa eldinum.
Men tá ið komið var á staðið, vísti tað seg at at vera eitt mistak, sum hevði elvt til, at ávaringin boðaði frá eldi. Og tað var enntá eitt mistak av tí heitt sjáldsama slagnum. - Tað vísti seg, at onkur hevði lagt sær eitt rundstykki í ein breyðristara, men tað varð blivið nakað brent og hevði elvt til so mikið av royki, at eldávaringin tendraði, siga tey á sløkkiliðmum.
Men allar fráboðanir verða tiknar í størsta álvara og tí fór sløkkiliðið mannsterkt á staðið. - Heldur fara avstað við fullari styrki, og so avlýsa, hevur tað einki upp á seg, enn at fara illa mannaðir avstað og so mangla styrkina, tá ið á stendur, siga tey í sløkkiliðnum.
|