Sjey mál umframt framløga eru á skrá, tá tingið kemur saman til fundar kl 13. seinnapartin í dag.
Tvey uppskot um eykajáttanir skulu til aðru viðgerð. Annað uppskotið er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um eykajáttan á 1,6 mió. kr. til útbúgving av yngri læknum. Í uppskotinum stendur, at peningurin skal takast av játtanini til at lata upp sendistovu í Ísrael, tí flokkurin metir ikki, at tørvur er á fleiri sendistovum. Hinvegin metir Javnaðarflokkurin, at stórur tørvur er á at raðfesta yngri læknar, og tí er neyðugt at økja um játtanina, soleiðis at heilsuverkið kann seta teir í starv.
Hitt uppskotið er eitt eykajáttanaruppskot hjá Beintu Løwe Jacobsen um at seta tríggjar milliónir av til trygdarútgerð í tunlunum norður um Fjall.
Eisini eru tvey uppskot til samtyktar, annað um dagpengar til stjórar í smáum feløgum, hitt um at byggja leigubústaðir á útoyggj. Bæði uppskotini eru frá Javnaðarflokkinum.
Harumframt er eisini uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum til viðgerðar um at dagføra skattafríu upphæddina, ið sjálvboðin innan ítróttarøkið kunnu fáa. Sambært uppskotinum skal skattafría inntøkan hjá sjálvbodnum innan ítróttarøkið hækka úr 30.000 krónum um árið upp í 50.000 krónur.
Seinastu málini, ið eru á skrá, eru tvey mál um marknasáttmála við grannalond okkara um landgrunnin. Bæði málini verða viðgjørd sum eitt.