Tað var við teprasta meiriluta, sum hugsast kann, at Tórshavnar Býráð ígjárkvøldið samtykti at gera eina serstaka byggisamtykt fyri eitt stykkið ímillum Sandá og Støðlagøtu so at tað ber til at byggja nýggja kirkju á stykkinum, sum er 4000 fermetrar til støddar.
Tað vóru nevniliga bara sjey býráðslimir fyri at broyta byggisamtyktina og seks atkvøður vóru ímóti.
Tey, sum atkvøddu fyri at broyta byggisamtyktina, so at kirkja kann byggjast á stykkinum, vóru:
Jan Christiansen
Heðin Mortensen
Bogi Andreasen
Jákup Símun Simonsen
Annfinn Brekkstein
Inga Dahl
Vagnur Johannesen
Tey, sum atkvøddu ímóti vóru og vildu varðveita fríðøkið, vóru:
Rúni Djurhus
Elin Lindenskov
Halla Samuelsen
Jógvan Arge
Marin Katrina Frýdal
Levi Mørk
Tað var spenningur um atkvøðugreiðsluna heilt til tað síðsta, tí hóast tað var greitt, at tað fór at ríða um snarið, visti ongin, hvønn veg, tað fór at koppa.
Átta býráðslimir høvdu orðið í málinum og av teimum vóru fimm ímóti. Sostatt vóru tríggir ímóti, men greitt varð eisini, at Bogi Andreassen, býráðslimur, tók undir við ætlanini at broyta byggisamtyktina, hóast hann ikki hevði orðið.
Hinvegin varð eisini greitt, at Rúni Djurhus var ímóti ætlanini, hóast heldur ikki hann hevði orðið.
Sosatt stóð og fall málið við, hvørja støðu, Vagnur Johannesen, Inga Dahl ogAnfinn Brekkstein tóku, men tá ið tey øll atkvøddu fyri, varð málið samtykt við 7-6
Ein glaður formaður
- Eg eri ein ómetaliga glaður maður í kvøld.
Bjartur Dalsgarð, formaður í kirkjuráðnum á Argjum, dylir ikki, hvussu fegin hann er, nú Býráðið hevur samtykt at gera eina serstaka byggisamtykt fyri stykkið ímillum Støðlagøtu og Sandá, har ætlanin er at byggja nýggja kirkju.
Hann staðfestir, at hóast tey formligu viðurskiftini ikki eru avgreidd enn, metir hann avgerðina hjá býráðnum í kvøld sum eitt stórt stig fram á leið ímóti eini nýggjari kirkju við Sandá.
- Vit taka hetta sum eina politiska avgerð um at slóða fyri at byggja eina kirkju á einum stykki, sum býráðið sjálvt hevur ávíst okkum at byggja á, sigur hann.
Ein perla
Tá ið kirkjuráðið á Argjum hevur fingið boð um, at øll formlig viðurskifti eru avgreitt, fara tey alt fyri eitt undir at fyrireika byggingina.
Tað sigur Bjartur Dalsgarð, formaður í kirkjuráðnum á Argjum eftir býráðsfundin í Havn í kvøld.
- Vit hava alla tíðina lagt dent á, at nýggja kirkjan á Argjum skal verða ein byggilistarlig perla og tað standa vit við, skoytir hann upp í.
Hann sigur í hesum sambandi, at ætlanin er ikki at skemma náttúruna við Sandá, tvørtur ímóti er ætlanin at leggja ein perlu afturat.
Akkurát, hvussu nýggja kirkjan fer at síggja út, veit hann ikki enn av teirri einføldu orsøk, at hon er ikki teknað enn.
Hann hevur áður sagt við Sosialin, at hann væntar, at kirkjuráðið fer at bjóða til kapping ímillum nakrar arkitektar um eitt uppskot til nýggja kirkju.
Og arkitektarnir fara at fáa at kalla fríar hendur - tó innanfyri eitt ávíst mark.
Í kirkjuráðnum hava vit umhugsað at kirkjan skal partvís verða bygd við úr gróti við flagtekju.
Hetta er fyri at kirkjan eisini skal verða ein varði yvir niðursetufólkini á Argjum, sum eisini vóru tiltiknir grótlaðarar.
Men tað er eisini ætlanin, at kirkjan skal kunna brúkast til onnur endamál enn gudstænastu, eitt nú til konsertir, og tí skal nógv leggjast fyri at fáa góð ljóðviðurskifti.
Les eisini greinina. Løgdu trýst á býráðslimir og greinina: Stríðið er ikki tapt enn