Málið hjá Toyota við nýggja Corolla Verso var at gera ein tann mest fleksibla MPV-bilin í sínum klassa í besta kvaliteti og í evropeiskum stíli. Tað sær út til at hava eydnast teimum at náa sítt mál, tí bilurin er sera brúkaravinarligur við ikki minni enn 32 ymiskum kombinatiónsmøguleikum við setrunum, og at síggja til kundi bilurin fyri tað verið evropeiskur.
Talan er um ein MPV við upp til sjey sitiplássum og sera liðiligari innrætting, har øll fimm baksetrini kunnu leggjast niður, soleiðis at viðførisrúmið verður heilt slætt.
Bilurin fæst í útgávum við fimm ella sjey sitiplássum og trimum ymiskum motorum: 1,6 litur bensin við 110 hk, 1,8 litur bensin við 129, og ein 2,0 litur D-4D diesel við 116 hk. Hann fæst eisini við M-MT girkassa, sum eisini virkar sum automatgir.
Terra og Sol
Instrumentini eru í Lexus stíli, og alt innan er í nýggjasta móta og í gjøgnumførdum kvaliteti. Bilførarin situr høgt og útsýnið er gott allar vegir. Rattið kann stillast allar vegir, og skjótt er finna seg væl til rættis í bilinum. Viðvíkjandi útgerð fæst bilurin í útgávunum Terra og Sol.
Toyota hava stórar ætlanir við bilinum, sum serliga er ætlaður til evropeiska marknaðin. Teir rokna við at selja yvir 60.000 Corolla Verso í Evropa í 2004.
Bilurin er teknaður á designteknistovuni hjá Toyota í Suðurfraklandi og kemur á føroyska marknaðin í juni.
Myndatekstur:
(Myndir frá Bella Centrinum)
Toyota Corolla Verso 1,8
Motorurin1,8 litur VVT-i bensin 129 hk
0-100 km/t 10,8 sek
Bensinnýtsla13,0 km/l
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd436,0 cm
Breidd177,0 cm
Hædd162,0 cm
Eginvekt1325kg
Prísur umleið kr. 250.000
SøluumboðReyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 353040
www.reyniservice.fo