Sjey prosent fleiri ferðafólk við Atlantsflogi

Atlantsflog hevur flutt fleiri ferðafólk í fyrra hálvári í ár, enn felagið flutti í fyrra hálvári í fjør.

Tað sigur felagið, nú úrslitið fyri fyrra hálvár í ár, er gjørt upp.

Annan ársfjórðing í ár var úrslitið hjá Atlantsflogi 6,2 milliónir eftir skatt, samanborið við 5,7 milliónir í fjør.

Úrslitið fyrra hálvár í ár var 3,5 milliónir krónur, samanborið við 1,4 milliónir krónur í fjør.

- Fleiri ferðafólk hava flogið við felagnum fyrra hálvár í ár enn í fjør. Vøksturin, sum er sjey prosent, stendst av, at fleiri setur hava verið í útboði, og at fleiri lágprísferðir eru seldar, sigur stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge.

 

- Tilsamans vaks sølan hjá felagnum úr 215 milliónum krónum fyrra hálvár í fjør, upp í 234 milliónir krónur sama tíðarskeið í ár.

- Úrslitið áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar fyrra hálvár í ár var 37,7 mió. kr. samanborið við 31,7 mió. kr. somu tíð í fjør.

 

Í juni kom annað Airbus-flogfarið í flotan og tað fór eisini at flúgva til Milano.

- Hendan farleiðin hevur verið sera væl umtókt bæði millum føroyingar og italienarar, eins og ferðafólk hava tikið væl undir við øktu flúgvingini til Barcelona, sigur Magni Arge.

 

- Við øðrum Airbus-flogfarinum er leiguflúgvingin eisini økt. Felagið hevur í summar flogið fyri fleiri danskar ferðaskrivstovur til ferðamál í Grikkalandi, Sisilia, Sardinia, Korsika, Spania, Tunesia, Egyptalandi, Turkalandi og til Grønlands. Triðja Airbus-flogfarið kemur í oktober og skal í vetur fyrst og fremst í leiguflúgving úr Danmark. Flogfarið skal eisini styðja upp undir flúgvingina millum Føroyar og Danmark um summarið.

 

Atlantic Airways hevði serstakliga stórar avbjóðingar av liggjandi mjørkaveðrinum í Føroyum í juli. Áhaldandi mjørkaveðrið kostaði felagnum millum 7,5 og 8,5 milliónir krónur í eykaútreiðslum.

 

Airbus-flogførini eru útgjørd við framkomnastu navigatiónsútgerð, teirri sonevndu RNP AR-útgerðini, og hetta spardi felagið fyri 20 afturvendingar í tíðarskeiðnum frá 28. juni til 24. juli, tá 54 flogfør annars vendu við ella avlýstu.

 

Danska uttanríkisráðið hevur fyri kortum mælt fólki frá at ferðast til Egyptalands, sum støðan er har í løtuini.

Triðja ársfjórðing ávirkar hetta ikki leiguflúgvingina hjá felagnum stórvegis, tí flúgvingin hagar hendan ársfjórðingin er avmarkað, men heldur støðan fram fjórða ársfjórðing, tá meiri flúgving verður, kann tað ávirka ársúrsliti, sigur Magni Arge.

- Sum støðan er í løtuni, vænta vit, at ársúrslitið verður á leið tað sama sum í fjør, men fyrivarni skal takast fyri hækkandi oljuprísum, óstøðugum veðri og óstøðugum viðurskiftum í Egyptalandi, sigur hann.