Sjey rak ár hjá TB í Klaksvík

Fýra spælarar eru framvegis á TB liðnum, sum eisini vóru við, tá ið tvøramenn síðst vunnu í Klaksvík

Tølini siga, at heimaliðið er stórur favorittur, tá ið KÍ og TB í kvøld bresta saman í Klaksvík.

KÍ hevur 23 stig, og TB hevur seks stig.

Málmunurin hjá KÍ er 28 – 10, og hjá TB er hann 6 – 13.

At bólturin er rundur, og at alt kann koma fyri í fótbólti, var uppgerðin millum hesi bæði liðini við Stórá í Trongisvági góð áminning um. Tann 16. mai vann KÍ 2-1. Sigursmálið varð skorað í 95. minutti, tá ið Jóannes Bjartalíð umsetti brotsspark til mál.

TB hevur ikki vunnið stig í Klaksvík síðani 31. august 2013. Tá vann TB 3-2 í Klaksvík.

Tríggir spælarar, sum vóru á KÍ liðnum ta ferðina, eru framvegis á listanum. Teir eru Ísak Simonsen, Páll A. Klettskarð og Meinhardt P. Joensen, sum ta ferðina vardi KÍ málið. Í ár hevur hann verið eykamálverji hjá KÍ, umframt at hann so meistarliga hevur vart TB málið í fimm dystum.

Fýra spælarar, sum framvegis umboða TB, vóru við fyri sjey árum síðani. Teir eru Eirikur M. Ellendersen, Rógvi Joensen, Ndende Adama Guéye og Poul Ingason, sum tó er leikbannaður í dag. Umframt Poul Ingason er Mads Raben ikki tøkur. Hann er vøddaskaddur.

Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir.