ÍF megnaði javnleik 0-0 móti B68 í Fløtugerði í Fuglafirði ígjár. Tað hevði verið nóg mikið at bjarga ÍF um TB hevði vunnið á 07 Vestur við Stórá í Trongisvági.
ÍF fekk so javnleikin móti B68 tá mest var brúk fyri honum, men í hinum báðum innanhýsis dystunum vann B68 tvær ferðir 3-1.
Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er sostatt sjey stig til B68, og eitt stig til ÍF.
Málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er 6-2 til B68.
ÍF-B68 1-3 (0-1) - 30. apríl
B68-ÍF 3-1 (1-0) - 5. august
ÍF-B68 0-0 - 29. oktober
Kelda: FaroeSoccer