Sjey uppskot til 2. viðgerð í dag

Sjey aðru viðgerðir standa á skrá, nú tingfundur verður kl 13:30.

Millum uppskotini er uppskotið hjá løgmanni um at seta í gildi politilógina í Føroyum.

Lógargrundarlagið hjá løgregluni í Føroyum er gamalt og ótíðarhóskandi, og tí er neyðugt at javnføra lóggávuverkið innan økið við grannalond okkara, stendur at lesa í viðmerkingunum til uppskotið.

Í Danmark varð verandi politilóg samtykt í 2004.

Í sambandi við uppskotið at seta í gildi politilógina í Føroyum, er eisini uppskot um at dagføra lógina um virksemið hjá donsku fregnarløgregluni, PET, í Føroyum.

Uppskotini hava bæði verið í rættarnevndini, har ein meiriluti mælir til at taka undir við uppskotunum.

Les eisini: PET til viðgerðar í dag 

Tey sjey málini, ið eru á skrá hjá tinginum í dag, eru:


1.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 72/2019: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra KT- skipanina hjá Apoteksverkinum

2.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 51/2019: Uppskot til løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin)

3.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 74/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)

4.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 75/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) (PET-loven)

5.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 138/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)

6.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 93/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Loyva peningastovnum at velja millum ymiskar undirskriftarloysnir)

7.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 90/2019: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan