Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
------
Føroyingar kunnu framvegis drekka alskyns løg, sterkari enn 5,8%. Einasta treytin er, at tað ikki er øl, og at vøran er framleidd uttanlands.
Enn einaferð er málið um at broyta rúsdrekkalógina felt, hóast stór undirtøka tykist vera fyri tí. Nøkur fá tingfólk sleppa at ráða og gera av, at føroyingar bert tola veikt øl, men gjarna mugu drekka vín, heitvín og brennivín – bara tað er útlendskt.
Endamálið við broytingunum í rúsdekkalógini var heilt einfalt at taka burtur tann mismun, sum í dag verður gjørdur millum útlendska og føroyska vinnu, og at geva bryggjarívinnuni møguleika at mennast – bæði í egnum landi, og uttanfyri landoddarnar. Vit hava í løtuni í minsta lagið tvær fyritøkur, umframt verandi bryggjarí, sum kundu hugsað sær at framleitt í Føroyum. Onnur teirra útflytur vatn, framleiðir uttanlands, og flytur innaftur brennivín.
Hví skulu vit, sum búgva í Føroyum, ikki sjálvi kunnu gera av hvat slag av øli vit drekka, tá vit kunnu drekka tað okkum lystir av eitt nú víni? Og hví skulu útlendingar frítt sleppa at framleiða vørur til okkara marknað, sum vit nokta okkara egnu vinnu at framleiða? Hetta er at leggja nakrar púrasta órímiligar forðingar fyri føroyskari framleiðslu og yvirformyndandi bond á borgaran.
Øl hevur søguliga longst siðvenju í norðurlendsku mentanini, er tí er ilt at skilja, hví mjøður er settur í skammikrók. Forboðið at fara upp um 5,8% er serføroyskt, og alla aðrastaðni er loyvi at bryggja sterkt - við undantaki av einstøkum londum, sum hava fullkomið bann fyri rúsdrekkaframleiðslu og -sølu.
Felt fyri aðru ferð
Tá málið um at broyta rúsdrekkalógina varð lagt fram í undanfarnu tingsetu, varð tað felt, millum annað við teirri grundgeving, at landsstýrismaðurin fór at koma við einum líknandi uppskoti. Men tá landsstýrismaðurin boðaði frá, at hann ikki slapp at leggja uppskotið fram, valdu vit at leggja málið framaftur. At andstøðan leggur slík uppskot fram, tykist vera einasti møguleiki fyri at lata Løgtingið sleppa at siga sína hugsan um málið. Ímeðan landsstýrismaðurin fyrru ferð mælti Løgtinginum til at fella málið, gav hann hesaferð samgonguni grønt ljós at atkvøða sambært egnari sannføring. Tey vóru sostatt ikki bundin av at vera loyal yvirfyri landsstýrismanninum. Men málið varð kortini aftur felt.
Atkomuligheit óbroytt
Lógaruppskotið broytti ikki uppá útsølumynstrið ella atkomuligheit til øl og rúsdrekka. Bryggjaríini skuldu framvegis varðveita sínar útsølur við somu vørum sum í dag, ímeðan alt, sterkari enn 5,8% einans kundi seljast gjøgnum handlarnar hjá Rúsdrekkasølu landsins – júst sum í dag.
Og vit kunnu nú framvegis fara beina kós í Rúsuna og keypa eina fløsku av Cognac úr Fraklandi, andalusiskt sherry, spanskt vín úr, Ålborg akvavit, finskt vodka og skotskt whisky. Men føroyskan hvonnsnaps ella rabarbuheitvín? Tað skal framvegis vera bannað ...