Skúlarnir skulu undirvísa um mannarættindi

Føroysk skúlsabørn skulu fáa undirvísing í mannarættindum.

Tað er eitt av aðalmálunum hjá Amnesty International í Føroyum.

Triðja árið á rað skipar Amnesty í Føroyum nú fyri undirvísing í mannarættindum við tí endamáli, at føroysk børn og ung skulu kenna síni rættindi.

Í 2011 átalaði ST Føroyar fyri ikki í nóg stóran mun at upplýsa børnum og ungum um rættindi teirra.

Hetta kom als ikki óvart á Føroya deild hjá Amnesty og seinastu árini hevur felagsskapurin sostatt skipað fyri undirvísing í mannarættindum fyri umleið 1.000 næmingum.

- Ferð eftir ferð eru vit bilsin av, hvussu ótilvitaðir næmingarnir eru um rættindi og skyldur í einum demokratiskum samfelagi, sigur Amnesty.

Í ár byrjaði undirvísingin í gjár, tá ið skeið var fyri lærarum og lesandi á Føroya Læraraskúla. Í hesum sambandi eru tveir mannarættindaserfrøðingar, Michel Banz og Cecilie Gregersen Nielsen frá donsku deildini hjá Amnesty, komin til Føroya at undirvísa.

Undirvísingin heldur fram til út í oktober.

- Endamálið við skeiðunum er at geva lærarum ítøkilig amboð og íblástur til, hvussu evnið kann gerast ein nátúrligur partur av ymiskum lærugreinum, sigur Amnesty.

- Serligur dentur verður lagdur á háttalæru og námsfrøðislig amboð. Eisini læra luttakararnir at handfara støður og ósemjur, sum kunnu stinga seg upp millum næmingar, tá ymisk rættindi bresta saman.

Umframt undirvísing fyri lærarar og læraralesandi skipar Amnesty eisini fyri undirvísing fyri næmingum á framhaldsdeildini í fólkaskúlanum og á miðnámi.

Høvuðsendamálið er at vekja áhugan og forvitnið fyri mannarættindum.

Eitt nú lata tey næmingarnar sjálvar uppliva mannarættindabrot á egnum kroppi.

- Vit leggja dent á, at næmingarnir sjálvir taka lut og sleppa til orðanna, og tað hevur eisini týdning, at næmingarnir kjakast um rættindi og skyldur í Barnarættindasáttmálanum.