Skótahjálpin 2002

Hvørt ár ganga skótar runt til hús í Føroyum og bjóða seg til at gera eitt hvørt fyri fólk, sum tey so fáa ein samsýning afturfyri. Peningurin, sum kemur inn frá Skótahjálpini fer til góðgerandi endamál

Skótahjálpin í ár byrjaði seinasta leygardag og endar nú leygardagin. Skótarnir ganga runt og bjóða seg til at hjálpa fólki við einum og hvørjum. Tað kann vera alt frá at rudda tún til at gera ørindir.
Skótarnir hava eitt kort við sær, tá tey ganga runt, sum fólk kunnu skriva á, hvat skótin hevur gjørt og samsýningina.
Tað er nevndin fyri Skótahjálpini, sum avger, hvar peningurin skal fara. Í henni sita tvey umboð fyri KFUM skótarnar, tvey fyri KFUK skótarnar, tvey fyri Skótasamskipan Føroya og tvey umboð fyri Frelsens Hær.
Vanligt er, at peningurin, sum kemur inn verður býttur sundur í tvey. Annar parturin fer til eina føroyska verkætlan, og hin fer til eina útlendska verkætlan.
Í ár verður tað leikahugskotsavnið á Sernámsdeplinum, sum fær tann føroyska partin, meðan hin parturin fer til eitt dagsentur fyri gøtubørn í Kiev í Ukraina.
Símun Michael Sørensen frá nevndini fyri Skótahjálpini sigur, at í fjør komu 110.000 krónur inn. Tá fóru 40.000 krónur til føroyskar ljóðbøkur, og aðrar 40.000 krónur til eitt barnaheim hjá Frelsens Hær. Restin varð so sett í grunn.
Hann sigur eisini, at til ta útlendsku verkætlanina royna tey at leggja seg eftir, at tað er ein føroyskur móttakari, sum syrgir fyri, at peningurin kemur upp á pláss.
- Tað gera vit, tí tað kann vera so skjótt, at um vit lata peningin fara til eitt hvørt útlendskt við ókendum móttakara, at peningurin so bert endar í eini stórari pulju. Og tað vilja vit ikki, sigur Símun Michael Sørensen.
Í Kiev hava tey so fingið fatur á eini kvinnu, sum eitur Jórun Fonsdal. Hon er send til Kiev at arbeiða av Heimamissiónini.
Hann dugir ikki at siga heilt greitt, hvussu Skótahjálpin verður móttikin í dag. Men peningurin talar kanska fyri seg. Hann heldur tó, at boðskapurin um hjálp ikki verður nóg væl seldur.
- Um hann hevði verið tað, so kundi roknast við, at undirtøkan fyri hjálpini hevði verið uppaftur betri, heldur Símin Michael Sørensen.