Skála fer skjótt at flyta upp

1. DEILD: Ongantíð fyrr í ár hava skálamenn verið so væl upplagdir sum í gjár, tá ið teir vunnu stórsigur á Argjum

Síðsta heyst flutti Skála niður úr bestu deildini, og skjótt fer Skála at flyta upp aftur í bestu deildina.

 

Spurningurin er ikki, um Skála fer at flyta upp. Heldur er spurningurin, nær Skála fer at flyta upp.

 

Í gjár vóru skálamenn í høvuðsstaðnum. Teir vitjaðu á Argjum, og stutta teinin av Argjum og inn aftur á Skála høvdu teir 5-0 sigur í viðførinum.

 

Eitt er, at talan var um stórsigur, og eitt annað er, at talan var um mest sannførandi avrikið higartil í ár. Skálamenn vóru fullir í orku, og teir vístu stórt hugflog.

 

Fyritreytirnar hjá heimaliðnum versnaðu, tá ið støðan var 2-0. Sjey minuttir undan steðginum sá Rói Vilhelm beinleiðis reytt kort. Støðan var 2-0, inntil tað restaðu 18 minuttir. So skoraði Skála trý mál í eitt korter.

 

Trivaligi sigurin ber við sær, at Skála hevur 34 stig, og tað eru 11 stig aftur til fjórða plássið, sum Skála skal detta aftur á, um uppflytingin ikki skal verða veruleiki. Spurningurin er, nær Skála fer at flyta upp. Kappingin verður liðug leygardagin 30. oktober. Rættiliga sannlíkt er tað, at Skála longu á mikkjalsmessu fer at hava tryggjað sær plássið í bestu deildini, og einki forgjørt er í tí, um Ingi Hansen og hansara fólk á Skála longu nú fer at hugsa um, hvussu tey skulu fyrireika seg til næsta ár at vera við í fremstu røð.

 

At Skála eigur nógvar evnaríkar spælarar varð dyggiliga undirstrikað á Argjum ígjár.

 

Tórði Traðará hevði ikki so nógv at gera í málinum. Jónhard Frederiksberg og Pedro Tarancon Anton vóru miðverjar og Mikal á Reynatrøð og Djóni Petersen vongverjar. Á miðvøllinum vóru Niels Pauli Danielsen, Pætur Dam Jacobsen og Poul Kallsberg, og í fremstu røð vóru Dávid Johansen, Aksel B. Danielsen og Andreas Egeberg Jacobsen.

 

Argjamenn royndu at ansa mótstøðumonnunum tætt, men tað eydnaðist aftur og aftur skálamonnum at sneiða seg leysar og við nógvum og skjótum flytingum at spæla seg til góðar møguleikar.

 

Stóri málslúkurin var Aksel B. Danielsen, sum skoraði hattrikk. Hann hevur nú skorað 13 mál og er bara eitt frá Clayton Soares, ið er ovast á máltindinum.

 

Poul Kallsberg átti uppleggið, tá ið Aksel setti hol á. Tá var eitt korter farið, og uppskriftin var tann sama, tá ið leiðslan varð tvífaldað. Poul átti uppleggið, og Aksel skoraði.

 

Fyrstu stóru løtuna eftir steðgin var langt millum málmøguleikarnar. Tá ið eitt stórt korter var eftir, økti Skála um leiðsluna til 3-0, og so gekk tað skjótt. 3-0 málið skoraði Dávid Johansen, sum var fyrstur á returbóltinum, eftir at Andreas Egeberg Jacobsen sendi bóltin á tvørtræið.

 

4-0 málið skoraði Aksel B. Danielsen, og aftur var tað Poul Kallsberg, sum átti uppleggið. Vongverjin í vinstri Djóni Petersen staðfesti sigurin, tá ið hann við handara stólpa stýrdi bóltin í málið eftir horna úr høgru, sum Niels Pauli Danielsen avgreiddi.

 

Pedro Moreno úr Spania hevur nú vant málið hjá AB í átta dystum – einum í steypakappingini og sjey i landskappingini. Burtursæð frá steypadystinum, sum AB tapti 6-0 ímóti B36, er tað ikki komið fyri, at so nógv mál eru farin ígjøgnum hjá honum sum ígjár.

 

AB flutti niður í fjør. Um tað skal eydnast Dimitrije Jankovic og hansara monnum at endurvinna plássið í bestu deildini í heyst, so skal nógv venda øðrvísi enn tað ger nú. AB er á sætta plássi við 16 stigum, og tað eru sjey stig fram til triðja plássið og B71.

 

 

Skála

 
 

13

 
 

11

 
 

1

 
 

1

 
 

35

 
 

13

 
 

34

 
 

Víkingur

 
 

14

 
 

8

 
 

2

 
 

4

 
 

35

 
 

21

 
 

26

 
 

B71

 
 

13

 
 

7

 
 

2

 
 

4

 
 

31

 
 

20

 
 

23

 
 

NSÍ

 
 

14

 
 

7

 
 

2

 
 

5

 
 

33

 
 

25

 
 

23

 
 

HB

 
 

13

 
 

6

 
 

0

 
 

7

 
 

20

 
 

24

 
 

18

 
 

AB

 
 

12

 
 

4

 
 

4

 
 

4

 
 

18

 
 

20

 
 

16

 
 

B36

 
 

14

 
 

4

 
 

4

 
 

6

 
 

18

 
 

25

 
 

16

 
 

EB/Streymur

 
 

14

 
 

4

 
 

1

 
 

9

 
 

22

 
 

36

 
 

13

 
 

 
 

14

 
 

3

 
 

3

 
 

8

 
 

18

 
 

31

 
 

12

 
 

FC Suðuroy

 
 

13

 
 

2

 
 

3

 
 

8

 
 

17

 
 

32

 
 

9

 

 

 

 

Máltindurin

 

Clayton Soares                 B71                       14

 

Aksel B. Danielsen            Skála                     13

 

Martin Klein Joensen        Víkingur               10

 

 

 

15. umfar

 

Hósdagin 24. juni

 

KÍ – EB/Streymur

 

Víkingur – AB

 

NSÍ – B36

 

Leygardagin 26. juni

 

FC Suðuroy – HB

 

Sunnudagin 27. juni

 

B71 - Skála