Skála og B68 fáa onga hjálp frá B36

1. DEILD: Eina løtu sá tað heilt ljótt út, men so eydnaðist tað B36 at javna ímóti FC Hoyvík

At Víkingur og B36 leingi bæði hava verið á heiðursmerkjaplássi hevur havt við sær, at møguleikin fyri tveimum beinleiðis uppflytarum sá út til at vera lítil.

 

Nú er vent í holuni, tí nú eru bæði FC Suðuroy og TB á heiðursmerkjaplássi. Stigatalvan sigur, at Víkingur framvegis er í stórum stíli, og í dag tryggjaði Víkingur sær gullkrónurnar.

 

Hjá B36 hevur tað nógvu tær seinastu vikurnar verið sera soltið, og eftir 26. og næstsíðsta umfar er B36 dottið aftur á fimta pláss. Tað er framvegis møguleiki fyri, at B36 fer at enda á heiðursmerkjaplássi, men tað tykist vera lítið sannlíkt. B36 hevur saman við B71 41 stig. Málmunurin hjá B71 er +14, og hjá B36 er hann +12.

 

Í síðsta umfari fer B36 at spæla á útivølli ímóti gullvinnarunum í Víkingi.

 

Skála og B68 kappast um at sleppa undan næstaftasta plássi í bestu deildini. Leingi hevur tað sæð út til, at næstaftasta plássið ikki fór at bera beinleiðis niðurflyting við sær. Nú sær tað út til, at liðið, sum fer at enda næstaftast, fer at flyta niður.

 

FC Hoyvík legði seg eftir lítlari løtu miðskeiðis í fyrra hálvleiki á odda 2-0. Málskjúttar vóru Rói av Fløtum og Jónas Bech. Í báðum førum átti Heðin Olsen uppleggið.

 

2-0 heimaleiðslan helt, inntil eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki. Tá skoraði B36 tvær ferðir í tríggjar minuttir, Rói Wilhelm Fossabrúgv minkaði um munin til 2-1, og Petur Kjærbo javnaði til 2-2.  Í fyrra førinum átti Rói Hansen uppleggið, og í seinna førinum var tað Rasmus Rheidar Nissen, sum átti uppleggið.

 

Í síðsta umfari fær FC Hoyvík vitjan av TB.