Elias gjørdi comeback í heimasigri hjá Kiel - Füchse Berlin tapti

Füchse Berlin og THW Kiel er ávikavist triðfremst og fjórðfremst í bundesliguni

Loksins gjørdi Elias Ellefsen á Skipagøtu comeback fyri THW Kiel. 

 

Í kvøld fekk Elias sín fyrsta dyst í týsku bundesliguni hetta kappingarárið, tá THW Kiel á heimavølli í Wunderino-høllini tók móti Potsdam.

 

Kiel vann dystin 27-23 aftaná at hava verið á odda 13-11 í steðginum. 

 

Elias skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir.

 

Kiel er nummar fýra í deildini við 10 stigum fyri sjey dystir.

 

Fyrr í kvøld taptu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin 31-33 (13-16) fyri oddaliðnum, MT Melsungen á útivølli.

 

Hákun fekk ein málmøguleika og hann setti hann í netið.

 

Füchse Berlin er nummar trý í deildini við 10 stigum fyri sjey dystir.

 

Í morgin klokkan 14 taka Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt í ZAG Arena í Hannover.

 

Hannover er næstfremst í deildini við 10 stigum, meðan Flensburg á sjeynda plássinum hevur níggju stig.