Meksiko leggur hald á methøgan rúsevnafong

Meksikanska sjóverjan hevur handtikið 23 fólk í sambandi við eitt átak út fyri landsins landsynningsstrond í Kyrrahavinum, har hald er lagt á eina last upp á meira enn átta tons av rúsevnum.

Meksikanska sjóverjan hevur lagt hald á meira enn átta tons av rúsevnum í einum átaki út fyri Kyrrahavsstrondini í landinum. Harumframt er hald lagt á 8,7 tons av brennievni og seks bátar undir átakinum. - Mynd: Meksikanski sjóverjan/Reuters

Tað boðaði meksikanska sjóverjan frá fríggjadagin.

- Hetta er uttan fordømi størsta nøgd av narkotika, sum hald er lagt á undir einum sjóátaki í søguni hjá sjóverjuni, skrivar sjóverjan í fráboðan.

Í fráboðanini nevndi sjóverjan ikki, hvat slag av narkotika talan er um.

Rúsevnini, sum hald er lagt á, verða mett at hava eitt virði upp á í minsta lagi tvær milliardir pesos, sum svarar til umleið 689 milliónir danskar krónur.

Ritzau/Reuters