Pauli og liðfelagarnir í HØJ hava vunnið sjey dystir á rað

Føroyingaliðið á Frederiksberg, FIF vann annan dystin á rað

Tað gongur framúr væl hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen og liðfeløgunum í HØJ. 

 

Aftaná sjey tey fyrstu umførini hevur HØJ fult stigatal, 14 stig. Og er HØJ oddalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Skive er nummar tvey við 12 stigum.

 

Í dag vann HØJ 32-29 (16-14) á Rækker Mølle í Jyllinge-høllini. Tíverri eru eingi hagtøl tøk fyri málverjar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Bogi Hansen, Janus Dam Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF vunnu í Opvisning høllini á Frederiksberg 32-25 (16-14) á Faaborg.

 

Bogi, Janus og Leivur skutu trý mál hvør.

 

Talan var um annan sigurin á rað hjá FIF, ið liggur á einum níggjunda plássi við seks stigum.

 

Lemvig-Thyborøn uttan Kjartan Johansen á liðnum leikti á heimavølli javnt 25-25 (10-12) móti Tønder. Lemvig-Thyborøn er triðfremst í deildini við níggju stigum.

 

Mánakvøldið klokkan 18 spæla Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í HC Aarhus móti Midtjyllandi á útivølli.