Víkingur og Breiðablik hava bæði 59 stig undan seinasta umfarinum

Heldur ikki í kvøld slapp Patrik Johannesen upp í part hjá Breiðablik

Liðið sum Patrik Johannesen hevur sáttmála við, Breiðablik gjørdi sína skylda á Kópavogsvøllinum í kvøld, og vann 2-1 (0-0) á Stjörnuni.

 

Breiðablik-Stjarnan 2-1 (0-0)

1-0 Viktor Örn Margeirsson ('64 )

1-1 Heiðar Ægisson ('76 )

2-1 Höskuldur Gunnlaugsson ('87 )

 

Úrslitið merkir, at bæði Víkingur Reykjavík og Breiðablik hava 59 stig undan seinasta umfarinum.

 

Liðini møtast á Víkingavøllinum í Reykjavík sunnukvøldið 27. oktober klokkan 18.30. Tá er tað Víkingur sum hevur fyrimunin, tí Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir hava væl betri málmun enn Breiðablik. Víkingur tørvar bert at spæla javnt móti Breiðablik, ið má vinna dystin fyri at gerast íslandsmeistari 2024.

 

Heldur ikki í kvøld - fjórða dystin á rað - fekk Patrik tíverri ikki nakra spælitíð hjá Breiðablik. 

 

Støðan ovara endaspælið:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Víkingur Reykjavík26185368:303859
2Breiðablik26185360:312959
3Valur26118760:411941
4Stjarnan26116948:41739
5Akranes261141148:41737
6FH26971041:47-634