Skála varð skrædlað á Svangaskarði

Síðsta korterið skoraði B68 fýra mál, og nú er bara eitt stig til pláss omanfyri strikuna, meðan tað av álvara sær svart út á Skála

Tað var satt málrok á Svangaskarði, tá ið grannarnir av Skála vóru gestir hjá B68. Heimaliðið vann 7-2 eftir 3-2 í fyrra hálvleiki, og nú sigur støðutalvan, at tað er eitt stig frá níggjunda plássinum og B68 og fram til NSÍ, sum er á áttanda plássi. Um eina viku fer B68 vestur í Vágar, og um tað eydnast at vinna fulla úrtøku, so er ikki so lítil møguleiki fyri, at toftamenn kunnu lyfta seg røttu megin strikuna.

 

Støðan hjá Skála er ikki góð. Hetta var møguleikin hjá skálamonnum at taka seg nærri bjargingarsessinum. At tað endaði við tapi ber við sær, at tað eru seks stig fram til B68, og at tað endaði við so stórum tapi kennist serliga tungt  og óhugaligt.

 

Í dag var tað øgiliga undirhaldandi og skiftandi. Aidan Liu legði heimaliðið á odda eftir hornaspark, sum vongverjin í vinstru Bárður Ó. Jensen tók sær av, og løtu seinni var tað Mohamed Samba, sum økti til 2-0 eftir sending frá sera eyðsýnda Hugini Samuelsen. So sá tað út til, at heimaliðið av álvara var á sigurskós, men tað var bara í eina lítla løtu. Poul Kallsberg átti uppleggið, tá ið Uros Stojanov minkaði um munin til 2-1, og tíggju minuttir seinni var tað vongverjin í høgru Kristian Martin Jakobsen, sum javnaði til 2-2. Vongverjin í vinstru Djóni Petersen átti uppleggið.

 

Lítla løtu undan steðginum var tað miðverjin Hjalti Strømsten, sum legði B68 á odda 3-2 eftir upplegg frá Dabo.

 

-Hóast vit vóru á odda við einum máli eftir fyrra hálvleik, so var avrikið ikki gott. Eftir steðgin var tað væl betur. Skála pressaði okkum leingi væl, men tá ið tað eydnaðist at økja um leiðsluna, gekk tað av álvara skjótt, og vit eru sera fegnir. Nú skulu vit vestur í Vágar, og vit vita, at tað ræður um hart arbeiði og at vit eru tilvitaðir um, at tað er langt á mál, og at útgangsstøði er, at vit renna nógv og vinna nærdystirnar, sigur B68 venjarin Jákup á Borg.

 

Tað var 3-2, inntil tað restaðu 17 minuttir. Tá økti B68 til 4-2, og so skrædnaði tað hjá Skála. Mohamed Samba økti til 4-2, og Hugin Samuelsen átti uppleggið. Miðvallarin Sebastian Lau Nielsen økti tríggjar minuttir seinni um munin til 5-2, og so átti Hugin Samuelsen høvuðsleiklutin, tá ið hann eftir lítlari løtu økti um munin til 6-2 og 7-2. Uppleggið átti innskifti Steffan A. Løkin.

 

-Vit reistu okkum og svaraðu aftur eftir at hava verið aftanfyri 2-0. At teir vunnu 7-2 sigur, at korthúsið at enda heilt datt saman. Tað havi eg ábyrgdina av, og tað harmist eg vegna spælararnar og felagið um. At vit megnaðu at skora tvey mál á útivølli átti at borið stig við sær, men soleiðis endaði tað ikki. Nú ræður um, at vit reisa okkum og leggja hetta av okkum,  tá ið vit fyrireika okkum at fara í Gundadal at hitta B36 fríggjakvøldið, sigur Skála venjarin Michael Bjørn Nielsen.

 

-

 

B68 – Skála 7-2 (3-2)

 

1-0: Aidan Liu 8.

 

2-0: Mohamed Samba 20.

 

2-1: Uros Stojanov 27.

 

2-2: Kristian Martin Jakobsen 37.

 

3-2: Hjalti Strømsten 40.

 

4-2: Mohamed Samba 73.

 

5-2: Sebastian Lau Nielsen 76.

 

6-2: Hugin Samuelsen 78.

 

7-2: Hugin Samuelsen 84.

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

B68: Terji Brynjarsson – Gilli Samuelsen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Aleksandur Ó. Jensen, Hugin Samuelsen,– Esmar P. Clementsen (Tonni J. Thomsen, 56.), Sebastian Lau Nielsen, Boubacar Sidik Dabo – Mohamed Samba

 

Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Kristian Martin Jakobsen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Pætur Dam Jacobsen, Ari Ó. Olsen – Karl Martin Johansen, Poul Kallsberg,  Dávid Johansen – Uros Stojanov