Skalvalopið var tíððliga í morgun lokala tíð. Ein talsmaður fyri bjargingarliðini sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at hann hevur sæð 11 lík, men at hann hevur eisini fingið at vita, at skalvurin tók trý onnur fólk við sær.
Elizabeth Hawley, sum stendur á odda fyri Himalayan Database, sigur, at eingin einstøk vanlukka á Mount Everest hevur kravt so mong mannalív sum hendan. Ringasta vanlukkan undan hesari var í 1996, tá átta fólk doyðu í illveðri, og tilsamans hava meiri enn 300 fólk latið lív á Mount Everest síðani 1953, tá Hillary og Tenzing komu upp á tindin sum teir fyrstu nakrantíð.
Tey 11, sum eru funnin deyð eftir skalvalopið í morgun, eru sherpar, sum teir nepalsku ferðaleiðararnir vanliga verða róptir.
Sum skilst var skalvalopið í 8.850 metra hædd og á teirri leiðini, sum vanliga verður brúkt niðan á fjallið.